Knallharður arbeiðssigur

Leygardagin fór ÍF Føroyar liðið aftur í eldin. Eftir stórsigur í Brøndby hóskvøldið var sjálvsálitið gott, og menn vóru uppsettir uppá at halda stiman sum ósigraðir.

Gestirnir løgdu væl frá landi við ágrýtni, skjótum spæli og offensivari verju. Hetta gjørdi, at okkara leikarar av og á høvdu avbjóðingar við at sleppa ígjøgnum verjuna hjá mótstøðuliðnum. 1. hálvleikur leikaði javnt á, tó soleiðis at vit fóru til hálvleiks við eini 1 máls leiðslu. Hóast vit høvdu eina lítla leiðslu, vóru vit samdir um, at hondbóltspælið ikki var av tí besta, og at verjan kundi verið betur skipað.

Í 2. hálvleiki vístu okkara menn nærlagni, og fightaraviljin kom fram. Menn vóru samdir um, at hesin dystur skuldi vinnast. Verjan bleiv knallhørð, og vit megnaðu at halda KSI niðri á 21 málum. Móti endanum av dystinum bleiv ein av okkara eyðsýndu monnum jarðlagdur og ”sendt til tælling”. Vestmenningurin Hanus Christophersen fekk knæ í ”juvelerne” og gjørdi eitt galróp, ið óivað kundi hoyrast um alla Amagerbrogade. Dómarin, ið eisini gjørdist frá sær sjálvum av berum sjokki, steðgaði dystinum, hóast tveir KSI leikarar vóru farnir í kontra og høvdu stóran málmøguleika. Hanus fekk ís á og kom fyri seg aftur. Keldur, sum rithøvundurin hevur verið í sambandi við, siga at Hanus hevur tað gott eftir umstøðunum, og at hann verður tøkur næsta leygardag móti Helsingør.

Samanumtikið kann tað staðfestast, at spælið sum heild ikki var av tí flottasta, men at talan var um ein 24-21 arbeiðssigur, har allir áttu hvør sín leiklut.

Rasmus Müller gjørdist toppskjútti við 7 málum, og varð hann eisini kosin til dagsins leikara. ÍF Føroyar liggur nú á einum uppibornum 3. plássi, og vónirnar fyri at koma enn hægri, eru góðar.

Málskjúttar: Rasmus 7, Steinar 5, Kristoffur 5 (2), Hanus 4, Andrias 3

Assist: Hanus 6, Andrias 3, Steinar 2, Høgni 1, Eyðfinn 1

Bjargingar: Eli 5, Eyðfinn 4

Stigatalvan: https://www.dhf.dk/puljer/pulje/60763