Avsmurdir í toppdysti

Fyrsta mannsliðið hjá ÍF Føroyum spældu hóskvøldið toppdyst. Hesuferð var tað á útivølli ímóti Ledøje-Smørum HK. Smørum, sum bara hevði mist eitt stig alla fyrstu hálvu, í einum spennandi 23-23 dysti ímóti okkara egnu monnum, lógu nr. 1 við einari framúr málúrtøku og haltaðu vit 3 stig aftanfyri áðrenn dystin. Hetta var ein 4 stigs dystur, av stórum týdningi, ið skuldi vinnast um vit skuldu gera okkum nakrar vónir um at enda ovast á stigartalvuni hetta kappingarárið.

Smørum løgdu út sum eitt ódnarveður frá fyrsta bríkslið, og hóast hetta var slíkur spælistílur, ið vit sóu frá teimum í fyrsta dystinum, tøktust vit ikki at vera til reiðar at taka ímóti hesari mótstøðuni. Smørum løgdu seg á odda við 6 málum innanfyri 10 minuttir áðrenn menninir hjá okkum raknaðu við og byrjaðu at spæla tað sum kundi líkjast vanligum hondbóltspælið. Men lítið hjálpti. Við heldur óeffektivum skotum, sum var eitt úrslit av manglandi konsentratión og góðum málmannspælið hjá Smørum og upp aftur verri retur-renningum frá okkum, fingu teir framherjandi Smørum leikararnir økt um leiðsluna, so at støðan gjørdist 17-8 tá farið var til hálvleiks.

Í hálvleikinum vóru orðini fá, allir kundu hyggja inneftir og vita at hetta var ikki nóg gott, men uppskriftin uppá loysnina var ikki einføld, tá so nógvir feilir skuldu rættast.

Í 2. hálvleiki løgdu Smørum eisini hart út, men hesuferð vóru vit eitt vet betri fyrireikaðir, hóast teir við einum væl leikandi málmanni, fingu økt um leiðsluna at byrja við. Við væl skipaðum álopum frá heimaliðinum ímóti einari óskipaðari verju frá okkara síðu, fingu Smørum lagt seg á odda við 10 málum tá helvtin av seinna hálvleiki var spæld. Hesa leiðsluna hildu teir restina av dystinum og fingu enntá pynta hana við upp aftur fleiri málum at enda, so at støðan gjørdist 33-21 til heimaliðið tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

Hetta var ein keðiligur máti at fara í jólaferiu uppá. Smørum vóru væl betri enn vit, meiri er ikki at siga um tað. MEN onki er avgjørt hjá okkara monnum enn. Vit liggja enn á einum 2. plássið, sum gevur luttøku til uppflytingarspælið og eitt pláss í 3. división og hesum fara vit heilt víst at kempa fyri.

Málskjúttar: Rasmus 8, Hanus 7, Torstein, 3, Kristoffur 1, Steinar 1, Rógvi 1, Høgni 1

Gleðilig jól ?