Sigraðu við skerdum liði

Síðsti dystur í 1. umfarið var sunnudagin 9. desembur. Tað var Freja HK sum var á skránni, og setningurin var greiður, ein sigur var eitt krav, um vit skuldu vera við í oddinum. Liðið var heldur skert av royndum og øðrum, so vit vóru bert 8 mans til dystin. Tað vísti seg tá dysturin skuldi byrja at heimaliðið var meira skert, tí at teir høvdu ongan á bonkinum.

Vit valdu tí frá byrjan av at royna at renna við teimum, og fáa nøkur nem mál frá byrjan. Hetta eydnaðist eisini. Vit løgdu okkum framum við 3-4 málum beinanvegin og kláraðu at halda tað allan vegin til hálvleiks, so hálvleiksstøðan var 18-14 til okkum.

Flestu málini sum teir fingu, vóru bóltar sum høvdu rakt blokkin og síðani endaðir í málinum. Tí valdi okkara taktiska geni á vøllinum at fara fram í eina 5-1 verju, so at vit kundu møta skjúttinum hjá teimum longur uppi á vøllinum. Hettar eydnaðist væl, og vit øktu um málleiðsluna frá byrjan av í seinnahálvleiki.

Seinni hálvleikur var sera rótutur, og dómarin hevði ofta tveir fingrar á lofti fyri at blaka leikarar út. Eina ferð í seinna hálvleiki høvdu Freja 3 leikarar á vøllinum, meðan vit høvdu 5. Hettar myndaði sera væl dystin, og gjørdi spælið sera rótut. Tað endaði tó við, at vit koyrdu ein sikran 32-27 sigur heim í hús.

Eftir dystin var tað næstan einmalt samtykt, at Steinar skuldi veljast til dagsins leikara.

Málskjúttar: 
Steinar 11, Hanus 8, Rasmus 4, Kristoffur 4, Torstein 2, Andor 2 og Høgni 1