Nýggj heimasíða

Beint fyri ársskiftið orkaði gamla heimasíða okkara ikki meira. Hon bleiv gjørd í 2012, og nú varð PHP versjónin ikki stuðlað longur. Heimasíðan er, saman við facebook og instagram, okkara amboð at fáa upplýsingar út til áhugaði. Tískil valdu vit at fara í holt við at menna eina nýggja heimasíðu.

Vit eru væl nøgd við úrslitið og vóna, at tit eisini eru tað. Møguliga fara vit at víðkað um tilfarið á síðuni.

Hava tit viðmerkingar ella uppskot um, hvussu vit kunnu betra um heimasíðuna, eru tit vælkomin at skriva til okkara á facebook ella á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..

Nevndin