Aðalfundur mikukvøldið 13. februar

Til allar ÍF Føroyar leikarar!

Árligi aðalfundurin hjá ÍF Føroyum fótbólti og hondbólti verður hildin mikukvøldið 13. februar kl. 21 í veitsluhølinum á Oyrasundskolleginum. Nevndirnar fara at taka stutt saman um gongdina í farna árið og leggja fram roknskap fyri 2018.

Ein av nevndarlimunum fer at takka fyri seg aftaná hetta kappingarárið, og tískil hevði verið sera gott við nýggjum kreftum. Hevur tú hug at royna teg í nevndararbeiði, ert tú hjartaliga vælkomin uppí. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, samstarvið er gott og gevandi. Tit eru eisini vælkomin at skriva til onkran í nevndini, um tit hava spurningar til nevndararbeiðið.

Til fundin verður kaffi, te og kaka at fáa.

Møtið fjølment!