Kvinnurnar eru flúgvandi

Nú er langsíðani at tit hava hoyrt nakað frá okkum kvinnum!

Vit spældu dyst í gjár á Frederiksberg og vit vunnu 23-17. Hetta er sjeyndi sigurin á rað hjá okkum. Vit koyra á! Vit hava spælt tríggjar dystir hesa seinastu vikuna og hava júst haft eina langa jólaferiu, men hetta tykist ikki at steðga okkum.

Í gjár spældu vit móti KSG 2, ið liggja næst aftast í puljuni. Síðstu fer vit spældu ímóti teimum vunnu vit 28-13 og hetta var fyrsti dystur í kappingarárinum, so vit høvdu góðar vónir. Dysturin byrjaði sera javnt. KSG var tó á odda teir fyrstu 10 minuttirnar, men vit kláraðu at hanga í og leggja okkum framum. Vit fingu sera nógvar útvísingar og KSG fekk eini 7 straffir. Hóast dømingin til tíðir var eitt sindur ímóti okkum, so royndu vit ikki at lata okkum forstýra av hesum og spældu okkara spæl.

Vit spældu við einum sera skerdum liði, tí vit høvdu ongan útskiftara. Hóast vit bert vóru 2-3 mál framman fyri allan dystin, so var hetta avtala við vilja frammanundan, tí vit høvdu ongan at skifta út við. Tí valdu vit at taka tað róligt og spæla seinan hondbólt, so vit allar megnaðu at halda út í 60 minuttir.

Vit megnaðu uppgávuna og vunnu tvey stig hendan sunnudag.

Hinir báðir dystirnir, vit spældu hesa vikuna, vóru sera harðir. Vit spældu ímóti ávikavist nr. 1 og 2 í puljuni, men tíbetur steðgaði hetta okkum ikki. Vit góvu alt tað sum vit áttu, og tí vóru tað vit, ið endaðu við at vinna dystirnar.

Í løtuni liggja vit nr. 4 við 17 stigum og VHC liggja nr. 1 við 22 stigum. Tó hava tey bæði ovastu liðini spælt tveir dystir meira enn vit. Vit vóna tað besta framyvir og gera sjálvandi alt vit eru mentar fyri at liggja so ovarliga sum gjørligt, tá ið kappingarárið er liðugt.

Komandi vikuskiftið hava vit frí og næsti dystur er 24. februar.