Sigursrøðin hjá ÍF Føroyum heldur fram

Týsdagur 19. marts. Ein tiltrongdan sólskinsdag eftir ein sera vátan marts mánaða við mestsum bara regni, skuldi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum aftur á vøllin at vísa sínar dygdir. Hetta var triðsíðsta umfar í kvalifikationsrekkjuni og mótstøðuliðið hjá ÍF Føroyum var Furesø Håndbold. Furesø, ið áðrenn dystin lá á einum 4. plássi, var somuleiðis seinasta mótstøðulið hjá føroyingunum úr ovaru helvt av deildini. Føroyingarnir á 2. plássi tóku sær tí ikki av løttum undan dystinum, tí skuldi lív haldast í vónini um eitt fyrsta pláss, so mátti hesin dysturin vinnast. Stutt eftir at menn vóru møttir til dyst í Sundbyøsterhøllini, komu tey syrgiligu boð, at leikandi venjarin, Andrias Sólsker, hevði lagt seg við sjúku og var ikki førur fyri at spæla við. Hetta kom sjálvandi ikki væl við, men tað skuldi meira til fyri at fáa uppsettu føroyingarnar niður við nakkanum.

Hóast Andrias ikki var tøkur, taldi hópurin til dagsins dyst heili 10 mans, millum annað ein í 2019 heldur ókendan mann, sum segði seg hava spælt við H71 fyrr í tíðini. Talan vísti seg at vera um Andor Sivertsen, sum varð úttikin til dyst hóast hann ikki hevði vant við síðan einaferð í oktober. Tað loysur seg helst at vera vinstrahentur...

Dysturin byrjaði sera javnur og liðini skiftust um at hava eina eittmálsleiðslu teir fyrstu 15-20 minuttirnar. Hjá ÍF Føroyum var tað sum so mangan áður Steinar Prestá og Hanus Christophersen sum stóðu fyri tí kreativa í alopspartinum, meðan Høgni Olafsson var oddamaður í verjustøðum. Fyrsti dysturin millum liðini bæði var í fyrsta umfari av kappingini í september, og var tað tí eitt heldur kámt minni um styrkirnar hjá mótstøðuliðnum sum føroyingarnir høvdu. Tað vísti seg tó heilt skjótt, at vandamesti leikarin hjá Furesø var ovurstóri vinstri bakkurin, sum at byrja við høgdi nógvar bóltar í netið úr langari frástøðu. Sum 1. hálvleikur leið gjørdist verjan hjá teimum bláu stinnari at verja fyri langskotunum, og fingu teir stríðst seg til eina 3 málsleiðslu, sum teir høvdu við til hálvleiks, 16-13.

Í steðginum varð ikki tosað so nógv taktiskt, tá føroyingarnir føldu seg hava rættiliga gott tamarhald á dystinum, so tað var samtykt at royna at halda góðu gongdini í 2. hálvleiki uttan ov nógvar broytingar.

Leikgongdin fyrstu 10 minuttirnar av 2. hálvleiki var sera lík teirri í fyrsta, har liðini skiftust um at skora eitt í senn, og harvið helt ÍF Føroyar leiðslan sær á 2.-3. málum tað strekkið. Eftir hetta byrjaðu føroyingarnir at draga frá. Hóast Furesø var væl mannað við fullsettum bonki, so kendist ein møði á bestu leikarum teirra, og kundu føroyingarnir tí gera sær dælt av miðvísu rennivenjingunum og renna eitt sindur undan útiliðnum. Hetta bar við sær at leiðslan kom uppá 6 mál miðskeiðis í seinna hálvleiki. Føroyingarnir fingu nógv brotskast í dystinum, og var dagsins straffiskjútti, Kristoffur Kristoffersen, ísakaldur og setti øll trygt í málið. Eftir hetta góða tíðarskeiðið tóktist tað sum føroyingarnir mistu eitt sindur konsentratiónina, og ov nógvar tekniskar villur sníktu seg inn og góvu Furesø nøkur løtt mál, og skjótt var leiðslan aftur niðri á bert tveimum. Men menninir hjá ÍF Føroyum eru eftirhondini væl vandir at vinna, og megnaðu enn einaferð at halda høvdið kalt tá á stóð, so tá ið avtornaði gjørdist endaliga úrslitið 28-24 til heimaliðið.

Eftir dystin vórðu Kristoffur Kristoffersen við 9 málum, og Høgni Olafsson valdir til dagsins leikarar við trimum atkvøðum í part. Tað kann sigast at vera sera passandi, at tveir leikarar, ið báðir gjørdi stóran mun í hvør sínum enda av vøllinum, vóru valdir at vera bestir, tí tað var sum heild ein væl balanseraður innsatsur sum gjørdi, at ÍF Føroyar stóðu sum sigursharrar eftir dagsins dyst.

Tey tvey stigini til ÍF Føroyar merkja, at teir nú eru tryggjaðir í minsta lagið 2. plássið í kvalifikationsrekkjuni, og eru teir bert eitt stig aftanfyri Ledøje-Smørum á fyrsta plássinum við tveimum dystum eftir. Skulu føroyingarnir hála seg upp á eitt fyrsta pláss, sum gevur beinleiðis uppflyting í 3. división, so mugu teir vinna restandi dystirnar, samstundis sum Smørum skulu tapa tvey stig. Mótstøðuliðið í dag, Furesø, skal leygardagin til Smørum at leika, og tá má mugu vónirnar vera, at teir gera ein ordiligan vørr og megna ein sigur, so føroyingarnir sleppa undan uppflytingardystum móti liði úr 3. división.

Næsti dystur hjá ÍF Føroyum er longu hósdagin aftur, har teir leika sín síðsta dyst á útivølli móti Søborg á 7. plássi, og er tað eisini ein góður kjansur at fara framum Smørum á stigatalvuni og leggja trýst á teir áðrenn dystin leygardagin.

Málskjúttar: Kristoffur Kristoffersen 9(5), Hanus Christophersen 7, Steinar Prestá 6, Rasmus Müller 3, Høgni Olafsson 1, Andrias Reinert Hansen 1, Torstein Balle 1