Tryggur sigur til 1. manslið!

 

 

Týskvøldið 2. Oktobur leikti fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í kvalifikatiónsrekkjuni. Mótstøðuliðið var SG Mojn, ið dagliga leikar á Christianshavn, góðan kilometur norðanfyri heimavøllin hjá ÍF Føroyum.

 

ÍF Føroyar vóru uttan John Andor í Horni Sivertsen, ið er farin norður til Funnings at halda seyð og Rasmus Müller, ið enn dregist við skaða eftir at hava runnið hálvmarathon fyri góðum tveimum vikum síðani. Vit gleða okkum at fáa teir aftur.

 

Dysturin skuldi upprunaliga leikast leygardagin 21. Septembur, men bleiv fluttur orsakað av at Sønderjydarnir ikki fingu mannað lið. Okkara menn, ið hava vant miðvíst ímóti fyrsta landskappingardysti í 2 mánaðar, vóru heldur argir um hetta, og av tí sama kendist huglagið millum liðini bæði ikki til at vera tað allar besta. Talan gjørdist tí um ein heldur hart leiktan dyst, har dómararnir ikki reiðiliga funnu stevið í dystinum og tí ikki fingu lagt eina greiða linju.

 

Spælið hjá ÍF Føroyum í fyrra hálvleiki bar eyðkenni av róligum og vælskipaðum álopsspælið, har vit fingu spælt okkum fram til góðar málmøguleikar, ímeðan tað hjá gestunum úr SG Mojn var heldur óskipað. Útiliðið tyktist ikki at vera tryggir við bóltinum í álopsspælinum og av tí sama skutu teir oftani, áðrenn teir fingu spælt seg til góðar málmøguleikar. Nervakenda álopsspælið hjá útiliðnum gjørdi tað munandi lættari hjá okkara monnum at fáa eina væl samskipaða verju og stressa álopsspælið sum best bar til. Hetta hevði við sær at ÍF Føroyar komu á odda við 4-5 málum tíðliga í dystinum og helt hendan leiðslan sær til hálvleik við støðuni 14-9 til ÍF Føroyar.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki løgdu okkara menn lok á spenningin í dystinum og fingu eina 9 máls leiðslu aftaná eitt lítið korter. Tað sást týðiliga at útiliðið vóru frustreraðir av góða spælinum hjá ÍF Føroyum og endaðu gestirnir tí við at brúka helvtina av teirri tíð uppá heldur skitnar taklingar, ímeðan hin helvtin fór til at diskutera við okkara leikarar og dómararnar. Hetta var helst ein seinasta roynd uppá at bróta góðu gongdina í spælinum hjá heimaliðnum, men okkara menn hildu høvdið kalt og syrgdu fyri at halda sær frá býttum prátið við mótstøðuliðið og ístaðin geva teimum eina góða heilsan, tá ið teir komu inn at verjuni hjá føroyingunum. Góða leiðslan helt sær til síðsta bríksl og endaliga úrslitið gjørdist 30-19 til ÍF Føroyar.

 

Næsti dystur í kvalifikatiónsrekkjuni er leygardagin 5. Oktobur ímóti Tune IF, ið eins og ÍF Føroyar spældi um uppflyting í 3. división í fjør, so talan verður helst um eitt satt toppbrak!

 

Dagsins leikari gjørdist Hanus Cristophersen við 5 atkvøðum!

 

Málskjúttar:

Hanus Christophersen 9, Bartal Klein Olsen 7(4), Ólavur av Fløtum Mittún 4, Andrias Sólsker 4, Kristoffur Kristoffersen 2, Jónas Vang Hansen 2, Høgni Olafsson 1, Torstein Balle 1.