Kvinnuliðið í gongd aftur við góðum sigri

Ein kaldan leygardag fyrst í oktober setti kvinnuliðið hol á kappingarárið 19/20. Mótstøðuliðið var CIK 2 frá Christianshavn, ið vit vistu lítið og einki um.

Kvinnuliðið hevur fyrireikað seg í góðan mánaða til kappingarbyrjan. Eisini er nýggjur venjari settur, ið skal standa á síðulinjuni hjá ÍF Føroyum fyri fyrstu ferð.

Vit vóru væl mannaðar til dagsins dyst, tó merktist tað, at vit spældu uttan Brynju Høj og Helgu Kjærbo. Brynja Høj flytir til Føroyar í næstum, og hevur annars staðið á odda í miðverjuni farna kappingarár. Málrevurin Helga helt 3-ára føðingardag fyri soninum, Emil.

 

Fyrsti hálvleikur leikar javnt á, har liðini skiftast um at skora. Vit hava ringt við at spæla okkum til góðar málmøguleikar og verjuspælið er heldur óskipað. Eftir 15 min stendur støðan 6-6, so velur Jutta Nielsen so gott sum at stongja málið til hálvleiks. Verjan er komin betri upp at koyra. Serliga standa Gudrun Restorff og Beinta Poulsen væl, ið báðar diska upp við fleiri góðum takklingum. Við einari tvey-málsleiðslu verður farið til hálvleik við støðuni 9-7.

Seinni hálvleikur varð eisini merktur av hørðum verjuspælið. Vit fáa tvær útvísingar, meðan mótstøðuliðið fær spælt seg til fleiri straffir (Jutta tekur einki minni enn 4 av teimum). CIK 2 brúkar nógva orku upp á dømingina og fara í einari vón út at verja  3-3. Her komu kviku beinini hjá Lilju Mohr í spæl, sum rann frá øllum og setti bóltin í málið. Tær síggja skjótt, at ein 3-3 verja ikki var vegurin fram og fara tískil aftur at verja 5-1. Vit halda høvdið kalt restina av tíðini og geva okkum góða tíð í álopsspælinum. Endaliga úrslitið gjørdist 20-16, so vit fegnast um at vit kunnu fara heim við tveimum stigum.

 

Dagsins leikari gjørdist okkara málmaður Jutta Nielsen.

 

Málskjúttar:

Beinta Poulsen 5, Súsanna Nólsoy 3, Lilja Mohr 3, Annika Sigurðsdóttir 2, Gudrun Restorff 2, Rúna Durhuus 2, Fía Hoydal 1, Oddvør Lauritsen 1 og Margret Petersen 1.

 

Næsti dystur hjá kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum verður eftir heystferiuna. Vit spæla týskvøldið 22. Oktober, aftur á heimavølli ímóti grannunum Amager SK 3.