Enn ein sigur til 1. manslið hjá ÍF Føroyum

Leygardagin 5. oktober skuldi 1. manslið hjá ÍF Føroyum aftur leika dyst í landskappingini. Eftir greiðan sigur fyrr í vikuni, var tað ein á pappírinum torførari uppgáva hjá føroyingunum hesa ferð; mótstøðuliðið til dagsins dyst var Tune IF, ið eins og ÍF Føroyar endaði á 2. plássi í kvalifikatiónsrekkjuni seinasta kappingarári, tó spældu teir í einum øðrum bólki enn føroyingarnir. Við bert einum ósigri og einum javnleiki í farna kappingarári hjá Tune IF, vóru menninir úr ÍF Føroyum greiðir um, at útiliðið als ikki mátti undirmetast áðrenn dystin.

Tá menninir úr ÍF Føroyum møttu til dyst, var eitt sindur av ruðuleika um hvar dysturin skuldi leikast, tí Sundbyøster høll 1 á Parmagade, har dysturin átti at leikast, var vegna onkrari misskiljing karmur fyri karatestevnu, og var tað tí ikki møguligt at spæla dyst har. Lukkutíð stóð høll 2, har felagið vanliga hevur týsdagsvenjingar, tóm og dysturin kundi tí leikast har.

Hóast hetta órógvaði føroyingarnar eitt sindur, so ætlaðu teir ikki at lata hetta forða teimum í at gera ein rimmar innsats til dagsins dyst. Hópurin til dagsins dyst taldi somu 9 mans sum leiktu seinasta dyst, Andor Sivertsen var enn í Føroyum í seyðaørindum, og Rasmus Müller var ikki heilt komin fyri seg eftir at hava meitt sær knæið tá hann rann hálvmaraton fyri lítlum mánaði síðan. Stutt upp undir dystin gjørdist Ólavur av Fløtum Mittún illa fyri, og illgruni var um at hann hevði fingið mateitran, og var hann tí ikki førur fyri at spæla meiri enn teir fyrstu 20 minuttirnar. Hetta gav ÍF Føroyar veteraninum Jónas Vang Hansen møguleikan at spæla meginpartin av dystinum á vinstra vongi, og skuldi hetta vísa seg at ganga heilt væl.

 

Eitt vælupplagt ÍF Føroyar lið byrjaði dystin sum eitt óløgi, og legði seg beinanvegin á odda 4-0, og bygdu teir uppá hesa leiðsluna sum fyrri hálvleikur leið. Heimaliðið spældi seg væl ígjøgnum Tune verjuna, og vóru teir bláu eisini tryggir tá teir skuldu seta bóltin framvið stóra málverjanum og í málið. Verjan hjá føroyingunum stóð eisini sera væl í fyrsta hálvleiki, styrkirnar hjá mótstøðuliðnum vóru skjótt eyðmerktar og ansaðar eftir, og eftir 20 minuttir hevði útiliðið bert fingið 4 mál, meðan føroyingarnir høvdu heili 12. Útiliðið hevði bert ein útskiftara við til dystin, og hesin sá ikki út til at vera til reiðar at spæla, og gjørdu føroyingarnir sær dælt av at teir tí møddust eitt sindur skjótari. Eisini brúkti Tune nógva orku uppá at skeldast við dómararnar, og harvið helt 8-máls leiðslan sær til hálvleiks, har støðan var 16-8 til ÍF Føroyar.

Í hálvleikinum var ikki so nógv at finnast at avrikinum, so tosað var mest um at koyra á við sama leisti í seinna hálvleiki og royna at drepa dystin so skjótt sum gjørligt.

Føroyingarnir byrjaðu eisini annan hálvleik væl, og komu skjótt framum við 10 málum, og hildu teir hesa leiðsluna inntil áleið 15 minuttir vóru eftir. Tá byrjaði konsentratiónin hjá ÍF Føroyar monnunum at svíkja, og menn tóku sær eitt sindur av løttum eina løtu, og gav hetta mótstøðuliðnum ein kjans at koma eitt sindur inn aftur í dystin, og fingu teir minkað munin til bert 5 mál. Tað var serliga vinstri bakkur og spælskiparin hjá Tune sum skutu málini, og frustreraði tað hetta føroyingarnar eina løtu. Tað hjálpti eiheldur at ársins leikari frá farna kappingarári, Hanus Christophersen, var darvaður av einum lítlum skaða í baklærinum, ið forðaði honum at spæla so nógv í seinna hálvleiki. Hóast hesar trupulleikarnar, megnaðu ÍF Føroyar menninir at halda høvdið kalt tá á stóð, og lovaðu teir ikki gestunum at koma nærri enn tey 5 málini, og endaliga støðan gjørdist tí 28-23 til eitt ovurfegið ÍF Føroyar lið, ið fer inn í heystferiuna við góðum treysti og fullari úrtøku.

 

Samanumtikið var hetta eitt gott avrik frá ÍF Føroyar monnunum, ið vístu styrki og eldhuga sjálvt um mótgangur kom í fleiri skapum hendan dagin. Menn vóru eisini samdir um, at dagsins mótstøðulið neyvan var tað sama, sum næstan gjørdi reint borð í farna kappingarári, men at tað var gott at teir ikki vóru undirmettir hóast tað.

Bartal Klein Olsen var valdur til dagsins leikara, og var tað eisini væl uppiborið.

 

Næsti dystur hjá 1. mansliði hjá ÍF Føroyum verður leygardagin 19. oktober á heimavølli móti Rødovre HK, ið eins og ÍF Føroyar menninir hava vunnið báðar sínar fyrstu dystir, so lagt er upp til ein spennandi dyst.

 

Málskjúttar:

Bartal Klein Olsen 7(3), Hanus Christophersen 5, Andrias Sólsker 5(1), Torstein Balle 4, Høgni Olafsson 3, Ólavur av Fløtum Mittún 2, Kristoffur Kristoffersen 1, Jónas Vang Hansen 1.