Tepurt tap til kvinnuliðið

ÍF Føroyar – Amager SK 3 15-19 (7-7)

Eftir eina heystferiu uttan hondbóltsvenjing skuldu kvinnurnar beint til dyst týskvøldið 22. oktober. Hetta var einans næsti dystur í kappingarárinum, so nógvar høvdu glett seg at spæla dyst. Hóast hondbóltsgleðin var til staðar, so eydnaðist ikki at fáa tað góða hondbóltsspælið fram, og ein týdningarmikil orsøk hevur heilt sikkurt verið vantandi venjing.

Dysturin byrjaði heldur tungt, og fyrsti hálvleikur var sera málfátækur. Álopsspælið riggaði illa, men verjan stóð væl, og mótstøðuliðið fekk eiheldur bóltin í kassan. Beinta stóð heilt væl í málinum, sjálvt um hon ikki hevur havt tíð at venja í byrjanini av hesum kappingarárinum. At enda bleiv skift út, og Fía og Gudrun fingu nakrir bóltar í kassan.

Í øðrum hálvleiki var spælið svingandi. Vit høvdu nakrar góðar løtur, har vit útnyttaðu stóru holini, spældu okkum ígjøgnum og fingu mál, men vit fingu ongantíð eitt gott flow í spælinum og endaðu við at tapa 15-19. Tá dysturin var liðugur, sótu allar við einari kenslu, at vit høvdu tapt ein dyst, sum vit áttu at havt vunnið. Vit fara nú at venja, sum vit plaga, finna tað góða samanspælið fram aftur og fara til dyst aftur leygardagin við gejst og fokus við tí ætlan at vinna.

Næsti dystur verður spældur í Nørrebrohallen leygardagin 26. oktober ímóti Team Nørrebro 2