1. manslið enn ósigrað

Eftir enn ein sigur í vikuskiftinum, skuldi 1. mansliðið aftur í eldin. Hesuferð varð farið til Glostrup, eitt myrkt og kalt týskvøld. Mótsøðuliðið var AG Håndbold.

Eftir at hava skift í tey bláðu klæðini, fóru menn á vøllin at hita upp. Tað vísti seg at mótstøðuliðið eisini spældi í bláum, og noyddust vit tí at spæla í vestum. Sum vant stóð Andor á odda fyri einari góðari upphiting, og menn vóru klárir til dyst.

Hóast bæði liðini stóðu seg sera væl í verjustøðu, løgdu vit okkum framum 3-0. Eftir hetta gekk strilti at skora mál og AG Håndbold komu uppá javnt. Tað var ein sera javnur fyrri hálvleikur, ið vit allatíð vóru á odda við einum og tveimum málum. Seint í fyrra hálvleiki vísti Eyðfinn sera góðar dygdir í málinum, tá hann stórbjargaði einum skjótálopi. Hálvleiksstøðan var 10-11 til okkum.

Í hálvleikinum vóru menn samdir um at verjuparturin var góður men eitt lítið vet manglaði í álopinum. Seinni hálvleikur varð bríkslaður ígongd og dystargongdin var hin sama. Liðini bæði fylgdust fyrstu 10 minuttirnar. Síðani bragdaði hjá bláðu monnunum úr Amager, sum løgdu seg á odda 17-14. Næstu nógvu minuttirnir vístu seg at vera málleysir. AG Håndbold gjørdu nógvar tekniskar villur og vit brendu kjansir í álopinum. Hóast mótstøðuliðið royndi alt teir vóru mentir, fingu teir ikki hálað seg inná okkum, og varð hetta grundað tað stinnu verjuna og tolna álopið hjá okkum. Endaliga støðan gjørdist 20-16 og eru vit tí enn ósigraðir. Næsti dystur verður leygardagin á útivølli ímóti Team Nørrebro.

Dagsins leikari gjørdist Høgni Olafsson

Málskjúttar:

Bartal 6 (2), Hanus 5, Torstein 3, Rasmus 3, Andrias 2 (1), Ólavur 1, Kristoffur 1