Spenningur til tað síðsta í Nørrebro

Leygardagin 26. oktober var næsta offrið hjá ÍF Føroyum Team Nørrebro, og hetta skuldi vísa seg at vera torførasti dysturin higartil hetta kappingarárið.

Av tí at Nørrebro-Hallen var á tremur við fólki, fingu føroysku leikararnir ein kaldan innandura fótbóltsvøll at hita upp í, og sostatt var ikki loyvt at kasta ein bólt inni í høllini, sum tarnaði upphitingina. Andor Sivertsen skipaði enn eina ferð fyri einari hoyvíksupphiting, men hendan endaði tíverri alt ov tíðliga orsakað av hallarreglunum um bóltakast.

Fyrstu minuttirnir av dystinum vóru merktir av sjáldsama nógvum tekniskum villum frá føroysku leikarunum, og førdi hetta til at tað var sera javnt stórt sæð allan fyrsta hálvleik. Tað er helst eingin ivi um, at Nørrebro dreingirnir hava sæð nógv fram til dystin ímóti føroyska toppliðnum, tí teir bardust sum úlvar eftir hvørjum bólti. Serliga var tað spælstýrarin hjá mótstøðuliðnum sum ferð eftir ferð bardi seg í gjøgnum verjuna. Hetta gekk út yvir Bartal K.O., tá ið spælstýrarin trýsti knæðið niður á fótliðin hjá stakkals Bartal sum lá á gólvinum. Til eydnu fyri okkara menn, kom Bartal nøkunlunda fyri seg aftur, hóast hetta setti síni spor restina av dystinum hjá honum. Venjarin hjá ÍF Føroyum var alt annað enn nøgdur við atburðin hjá mótstøðuliðnum, og kom tíverri eitt sindur for seint ímillum, tá ið spælstýrarin fór leypandi inn í teigin fyri at skora mál. Tað førdi við sær at venjarin mátti hvíla seg á bonkinum í 2 minuttir. Sigast skal at tað ikki var ein hevndaratsøkn, men harafturímóti ein heldur ófantaligur sandwich við Andor á hinari síðuni av skinkuni. Liðini fara til hálvleiks 13-14 til ÍF Føroyar.

Seinni hálvleikur var mest sum hin fyrri. Tað er fyrstu ferð hetta kappingarárið at føroyingarnir hava verið noyddir at pressa seg so nógv til ein dyst. Ímóti dystarenda var Team Nørrebro á odda við 1 málið, og hetta fekk lív í tí stóru áskoðarafjøldina, sum var komin at stuðla uppundir heimaliðið. Hesi høvdu fingið sær grønar dósir í hondina, sum gav teimum mót at rópa eftir útiliðnum, tá ið ein av føroysku leikarunum datt kanska heldur ov lætt. Útiliðið hevði bert 1 áskoðara til hendan dystin og tað fegnast vit sjálvandi um. Aftur til dystin! Við tolnum álopsspælið frá Bartal K.O. og einum stríðsvilja í verjuni við Høgna Olafsson á odda, bragdaði sum so mangar ferðir fyrr hjá føroyingunum, soleiðis at úrslitið gjørdist 24-27.

Dagsins leikari hendan dagin, Torstein Balle, vísti sínar dygdir í verjuni, har hann, frekur sum ein revur, fangar bóltin frá mótstøðuliðnum og skorar uppá skjótálop, sum hann so mangan hevur gjørt hetta kappingarárið. Eisini fekk hann nógvar góðar avleveringar oman á vongin frá høgra bakki og gav hetta honum tilsamans 9 mál hendan dystin!

Næsti dystur hjá 1. mansliði er á útivølli móti VLI, eitt av bert tveimum liðum frá farna kappingarárið sum megnaði at koppa føroyingunum, so lagt er upp til ein sera spennandi dyst í Frederiksberg komandi sunnudag.

 

Mál: Torstein 9, Bartal 7(4), Andrias 4, Hanus 4, Ólavur 2, Rasmus 1