ÍF Føroyar víðari í steypakappingini

Eftir eitt heldur tungt vikuskifti við fyrsta tapinum í hesum kappingarárinum og nakrar heldur illa spældar dystir í seinastuni, var tíðin komin at reisa seg aftur og vísa góðan stríðsvilja. Hetta skuldi gerast týskvøldið, í øðrum umfarið av donsku steypakappingini og mótstøðuliðið hesuferð var Ledøje Smørum.

ÍF Føroyar liðið spældi eisini móti Smørum seinasta kappingarár og tapti heldur keðiligt. Men í ár eru Smørum eina deild hægri enn føroyska liðið. Tískil blivu menn eyka uppsettir tá Smørum var trekt sum mótstøðulið.

Frá dystarbyrjan sást at bæði liðini vildu stýra tempo’i á dystinum, Smørum spældi heldur lang og drúgv álop, meðan føroyingarnir brúktu heldur ov stutta tíð at byrja við. Men eftir 10 minuttir vóru ÍF Føroyar á odda 7-4 og við einum megnar liðinnsatsi í verjuni, var ringt hjá Smørisku bak ketuni at spæla seg til veruligar møguleikar og tískil var støðan í hálvleikinum 13-10 til heimaliðið.

Leikgongdin í seinna hálvleiki skuldi vísa seg at vera tann sama, føroyska verjan stóð sum ein múrur og slapp mótstøðuliðið bert hendingaferð ígjøgnum, har teir møttu einum vælspælandi Mikkjali Hansen. Smørum megnaði ongantíð at koma nærri enn tvey mál at føroysku leiðsluni og móti endanum økti heimaliði eisini leiðsluna. Endaliga úrslitið gjørdist 27-22.

Dagsins leikari gjørdist Bartal Klein Olsen.

Dystur verður aftur sunnudagin, tá KSG 2 kemur á vitjan í Sundbyøsterhallen. Lutakast til triðja umfar er eisini trekt og mótstøðuliðið er Viking/Rønne Håndbold úr Bornholm, tó er dysturin á heimavølli hjá ÍF Føroyum.

 

Mál: Bartal 7(1), Hanus 5, Rasmus 5, Kristoffur 3, Ólavur 3, Torstein 2, Høgni 1, Andor 1.