Kvinnurnar eitt vet frá sigrinum

ÍF Føroyar vs. VHC/Vidar 17-18 (9-10).

Í dag fóru kvinnurnar aftur í eldin og vóru vit uppsettar uppá at gera okkara besta og vinna. Kappingarárið byrjaði sera væl og vunnu vit fyrsta dyst, men tíverri taptu vit tveir teir næstu dystirnar og eisini dystin í dag.

Vit hava fyrireikað okkum til dystin í dag við at fáa øll systemini at sita og gjørt nakrar innanhýsis avtalir. Vit byrjaðu dystin sera væl og løgdu okkum fram um 7-4 og vóru sera positivar. Systemini riggaðu væl og vit hildu avtalurnar sínamillum, men mótstøðuliðið spældi eisini væl og minkaðu um munin. Okkara skot vóru ikki nóg neyv og málmaðurin hjá teimum stóð væl, so tær komu fram um okkum. Hálvleiksstøðan var 9-10.

Annar hálvleikur byrjaði og sama skil. Tær fingu nøkur mál ímeðan tað gekk striltið hjá okkum at fáa nakað. Vit komu eini 3-4 mál afturum og so fingu vit nokk og gjørdu alt fyri at steðga teimum. Eitt nú fór Beinta út at mansverja spælskiparan. Vit arbeiddu hart og runnu fyri hvørjari aðrari og fingu bart okkum upp á javnleik. Eini 4 min. vóru eftir og støðan var 16-16. Bæði lið fingu hvør sítt mál afturat og nú var ikki nógv eftir. Vit royndu at halda høvdið kalt, men tíverri fekk møtstøðuliðið síðsta málið og fingu tær 2 stig við heim.

Málskjúttar:

Fía Eyðunsdóttir Hoydal: 5, Stina Av Kák Kollsker: 4, Margret Fjørðoy Petersen: 3, Beinta Poulsen: 3, Birita Hermansdóttir Olsen: 1, Ása Krossteig Hansen: 1

 

Stuðlar eru: #banknordik #62N #sveiggj #magn #amarsport #stokholm #smyrillinecargo #kaatsufitness #wenzel #shbygg #auto #havnara