1. manslið aftur á rættari kós í landskappingini

Eisini 1. mansliðið hjá monnum vóru í eldinum í vikuskiftinum. Teir skuldu royna at fáa armarnar niður aftur eftir sera góða avrikið móti sterka Ledøje Smørum í steypakappingini. Hetta var ein á pappírinum lættari dystur, og mótstøðuliðið hesaferð æt KSG, sum undan dystinum lá á einum 6. plássi í kappingini. Av tí at bæði kvinnuliðið og 2. lið hjá monnum høvdu spælt í høllini fyrr á degnum, vóru tí heilt fitt av føroyskum áskoðarum í Sundbyøsterhal 1 og hugdu, og menn vóru við gott mót. Leikararnir vóru samdir um, at spældu teir, sum teir spældu seinasta týsdag, so vunnu teir dystin.

 

Dysturin leikar javnt á fyrst tíggju minuttirnar, men hetta skuldi vísa seg at verða einastu ferð, at liðini fylgdust, tí eftir hetta løgdu ÍF Føroyar seg framum. Í álopinum var serliga Hanus Cristophersen eyðsýndur, og fyrstu 20 minuttirnar riggaði mest sum alt hjá stóra og kvika bakkinum. Tað vildu KSG 2 broyta uppá, og fóru tí út at mansverja Hanus. Hetta gjørdi, at spælið hjá føroyingunum ikki varð so flótandi, og sigast kann at mansverjingin sá út til at rigga eina løtu. Í endanum av fyrra hálvleikið fekk høllin ein hvøkk, tá Rasmus Müller brast í gólvið. Vit stúrdu fyri, at hetta fór at merkja enn ein skaða til Rasmus, sum fyri mánaði síðani sat leingi uttanfyri við skaða í knænum, eftir at hava runnið hálvmarathon. Lukkutíð reisti Rasmus seg uppaftur og spældi víðari. Í hálvleikinum var 14-11 til ÍF Føroyar.

 

Í hálvleikinum varð tosað um, at verjan skuldi bíta meira frá sær, tí tað vóru ov lættir kjansir, sum KSG komu til. Í álopinum skuldu menn bara hava tol og flyta bóltin runt, tí við mansverjuni á Hanus, var nógv pláss at koyra á, og fingu vit ein 100% kjans mestsum hvørt álop.

 

Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrsti. Liðini skiftust um at skora, og KSG helt áfram við at mansverja Hanus, og hetta gav restina av liðnum nokk av plássi. Eftir 10 minuttir av seinna hálveiki byrjaði verjan at standa sera væl, og høvdu KSG ringt við at koma til kjansir. Og komu teir framvið verjuni, stóð ein stórspælandi Mikkjal Hansen og bjargaði. Tað sum eftir var av dystinum øktu føroyingarnir, og eftir lítlari løtu varð munurin 8 mál, og dysturin var avgjørdur. Tað sum eftir var av dystinum royndu KSG seg við tveimum mansverjum, men gav hetta bara leikarunum betri pláss, og ÍF Føroyar øktu enn einaferð. Endaliga úrslitið gjørdist 28-18.

 

Samanumtikið eitt gott avrik, har føroyingarnir serliga í øðrum hálvleiki vístu kvalitet. Vóru vit eitt sindur neyvari, so hevði munurin kunnað verið størri, men alt í alt góðtikið!

 

Bartal Klein Olsen varð valdur til dagsins leikara.

 

Málskjúttar:

Bartal Klein Olsen 11(2), Hanus Christophersen 6, Ólavur av Fløtum Mittún 4, Torstein Balle 3, Rasmus Müller 2, Andrias Sólsker 2, Høgni Olafsson 1