Kvinnurnar fingið nýggjan venjara

Beint undir kappingarbyrjan stóðu kvinnurnar brádliga uttan venjara og tískil máttu tær hava eygu og oyru opin.

Nakrar heilt fáar vikur áðrenn fyrsti dystur skuldi spælast, eydnaðist tað kvinnunum at finna ein nýggjan venjara. Hann eitur Jens Hvid, er 65 ára gamal og býr í Køge. Hann hevur yvir 20 ára royndir sum hondbóltsvenjari og hevur vant alt frá 1. division til serie 1. Eftir eitt prát við hann og við hjálp frá góðum stuðlum, takkaði venjarin ja til at verða venjari hjá ÍF Føroyar kvinnum í kappingarárinum 2019/2020.

Vit gleða okkum til eitt gott samstarv!

#stokholm #smyrillinecargo #wenzel #kaatsufitness #havnara #auto #shbygg