1 stig til kvinnurnar

Kvinnurnar gjørdust akkurát ov stuttar til at at hála tvey stig heim leygardagin 16. novembur. Spælast skuldi ímóti SG Mojn KBH, ið liggja nummar eitt í kappingini, og okkara kvinnur vóru til dystin fús!

Í fyrsta hálvleiki gekk spælið skjótt hjá SG Mojn KBH og tær løgdu seg skjótt á odda við einum og tveimum málum. Vit høvdu eitt sindur trupult við at steðga teirra álopsspæli, og serliga fingu tær spælt nógvar bóltar inn til teirra strikuspælara. Vit kláraðu tó allatíð at vera beint í hølunum á teimum, og serliga sótu teir langu bóltarnir hjá Juttu væl og vit fingu nøkur góð skjótálop. Hálvleiksstøðan gjørdist 13-10 til SG Mojn KBH.

Í seinna hálvleiki gekk betur hjá okkum. Vit fingu tamarhald á teirra álopsspæli og fingu betur steðgað bóltinum. Eisini fingu hinar tvær ferðir tveir minnuttir, sum vit gjørdu okkum dælt av. Vit komu upp á javnleik og løgdu okkum eisini á odda við einum og tveimum málum tað mesta av seinna hálvleiki. Tá umleið 40 sekund eru eftir av dystinum eru SG Mojn KBH í álopi, og støðan er 21-20 til okkum. Tíverri fáa tær straffi og skora. Sostatt endar dysturin 21-21.