Kvinnurnar aftur á rættari leið við umráðandi sigri

Seint í gjárskvøldið leiktu kvinnurnar sín sætta dyst hetta kappingarárið. Dysturin varð leiktur á útivølli ímótir Frederiksberg HK. Undan dystinum høvdu kvinnurnar bert trý stig eftir fimm dystir, so ein sigur var sera umráðandi.

Dysturin leikaði javnt á teir fyrstu fimm til tíggju minuttirnar, men hetta skuldi vísa seg at verða einastu ferð í dystinum, at liðini fylgdust. Eftir hetta løgdu ÍF Føroyar seg framum við fleiri málum. Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum runnu frá Frederiksberg HK - skjótálopini eydnaðust sera væl og var hetta eyðsýnt ígjøgnum allan dystin.

Í teimum seinastu minuttunum av fyrra hálvleiki minkaðu Frederiksberg HK um munin. Tær fingu spælt fleiri góðar bóltar inn til strikuspælarin, sum setti bóltarnar trygt í netið.

Hálvleikstøðan varð 8-11 til føroyska liðið.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri hálvleikur. Liðini skiftist um at skora, men tá ið tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki kom aftur glið á hjá føroysku kvinnunum, og tað kundi tykjast sum um, at orkan var gingin undan hjá heimaliðnum. Tað vóru bert tríggir leikarir hjá heimaliðnum sum skoraðu mál, ímeðan allir føroysku leikararnir fingu mál.

Endaliga úrslitið gjørdist 18-28 til føroyska liðið.

 

Næsti dystur hjá kvinnunum verður leiktur 3. desember á útivølli ímóti Søborg.