Tryggur sigur til kvinnurnar

Seint týskvøldið tann 3. desember spældu kvinnurnar á útvølli ímóti Søborg.

Dysturin byrjaði sera væl, har føroyska liðið skoraði tey fyrstu málini. Fyrsti hálvleikur gekk munandi betur enn seinni hálvleikur. Álopið gekk skjótt, verjan stóð væl og vit fingu nógvar bóltar í málið.

Tað komu ikki líka nógvir bóltar í kassan í seinna hálvleiki, men hóast hetta, vóru kvinnurnar hjá ÍF Føroyum frammanfyri allan dystin.

Hetta var ein løgin dystur at spæla, tí hitt liðið spældi øgiliga seinan hondbólt, og tað var tískil lætt at detta niður í teirra tempo. Tað varð tó ongantíð spenningur í dystinum og endaliga úrslitið gjørdist 17-12 til ÍF Føroyar.

Komandi dystur verður hósdagin 12. desember ímóti KFUM 2 á útivølli og hesin dysturin má vinnast. ÍF Føroyar kvinnur deila 5. plássið við hesum liðnum í løtuni, og tískil er sera umráðandi, at kvinnurnar eisini ogna sær 2 stig til komandi dyst.

 

 

Stuðlar eru: #banknordik #62N #sveiggj #magn #amarsport #stokholm #smyrillinecargo #kaatsufitness #wenzel #shbygg #auto #havnara