ÍF Føroyar møtti superstjønunum úr FIF

Leygardagin 7. desembur skuldi 1. lið hjá monnum leika móti FIF 3. Hetta skuldi vera tann heilt stóri dysturin, tá FIF 3 hevði fult stigatal. Nakrir menn vóru meira upplagdir enn aðrir, tad kann sigast at bilurin ið vanligt var brúktur ikki riggaði av ókendum orsøkum, tí vóru góð ráð dýr, tá bóltarnir og taskurnar skuldu flytast yvir í høllina. Tad var tó eitt smíl at hóma hjá teimum flestu, tí at líkamikið hvat dysturin endaði, vistu allir, at eftir dystin var jólafrokostur á skránni.

Dysturin leikaði javnt á frá byrjan, tó so at FIF hevdi munin vid 1-2 málum. Hetta var klárt besta liðið vit hava leikt móti í ár. Tað sást millum annað aftur í fáu feilunum teir gjørdu. Vit fingu heldur aldrin kontraspælið at rigga, hetta var tí at FIF runnu væl aftur og ikki tóku býttar avgerðir í álopinum. Vit fóru til hálvleiks vid støðuni 11-14 til útiliðið.

Vit byrjaðu seinna hálvleik betur enn FIF, og ótu okkum spakuliga inná teir. Hetta var við góðum verju- og álopsspæli. Vit arbeiddu okkum uppá javnt og fóru síðani 2-3 mál aftur um, hetta hendi fleiri ferðir og vit kláraðu aldrin orduliga at býta okkum fast. Um miðan hálvleik fór Hanus á uttaru síðu á vinstra bakki, har han skjeyt málmannin hjá FIF í høvdið, hetta bleiv málmaðurin sera óður um, og sendi nøkur óborðbar orð eftir Hanusi. Bólturin fór út til indkast og vit forsettu í álopi. Hanus ferð so aftur á uttaru síðu á vinstra bakki, men hesuferð valdi hanus at skrúða bóltin millum beinini á málmanninum. Hetta skapti so stóra øði í málmannin, at han valdi at skumpa Hanus um koll og dómararnir vóru ikki í iva og góvu honum reytt kort. Málmaðurin tók fatur í Hanus eftir dystin og skeldaði hann, tí at hann ikki segði orsaka eftir hann hevði skotið hann í høvdið. Dysturin forsetti vid at leika javnt á, men vit komu aldrin tættari enn eitt mál. Tá 3 min. vóru eftir vóru vit í álop og aftanfyri við einum. Vit blaka bóltin vekk har teir fara í kontra og skora. Vit brendu aftur næsta álop og valdu at fara fram at dekka, teir straffa okkum beinanvegin og tað endar við at FIF 3 vinnur 27-22.

 

Málskjúttar:

Hanus Christophersen 7, Bartal Klein Olsen 7, Torstein Balle 5, Ólavur av Fløtum Mittún 3, Andrias Berglíð Sólsker 3, Kristoffur Kristoffersen 1(1), Høgni Olafsson 1