Kvinnurnar í jólaferiu við tryggum sigri

Hóskvøldið 12. desembur spældu kvinnurnar móti KFUM 2 á útivølli. Hesin dysturin var sera umráðandi at vinna, av tí at kvinnurnar lógu á einum deildum 5. plássi við KFUM 2, og gott hevði verið at ogna sær 2 stig. ÍF Føroyar kvinnur syrgdu eisini fyri at spenningurin aldrin bleiv ov stórur hendan dystin.

Kvinnurnar løgdu sera væl út, og vóru tað skjótálopini ið løgdu ÍF Føroyar á odda fyrstu hálvuna av fyrra hálvleiki. Serliga var tað høgra síða, við Lilju á vonginum og Helgu á bakkinum, ið rann skjótt niðan eftir, og skoraðu tær eisini trygt ferð eftir ferð.

Verjan stóð sera stinn allan dystin, og hinumegin gekk álopið skjótt. Í hálvleikinum stóð støðan 18-12 til ÍF Føroyar. Byrjanin av 2. hálvleiki var heldur striltin, og KFUM 2 kláraðu at minka eitt sindur um munin.

Men spenningurin bleiv ikki størri enn tað sama, og ÍF Føroyar kvinnur fara í jólaferiu við einum við einum 27-23 sigri.