Annar ósigur á rað hjá 1. mansliði

Leygardagin 18. januar skuldi 1. manslið hjá ÍF Føroyum royna at reisa seg aftur í kvalifikationsrekkjuni eftir eitt keðiligt tap vikuskifti áðrenn. Dagsins dystur var á útivølli ímóti Rødovre HK 2, ið lá á einum 5. Plássi við trimum stigum minni enn føroyingarnir, men við einum dysti fleir. Ein broyttur hópur taldi 10 mans, teir ímillum vóru sesongdebutantarnir Bjarki Winther Knudsen, ið leikti sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá ÍF Føroyum, eins og topskjúttin á 2. liðnum og kassameistari í felagnum, Rógvi Reinert, ið avloysti Rasmus Müller, sum var burtur í arbeiðsørindum. Við á ferðini til Rødovre var eisini Christoffur Gert Nielsen, ið hevur staðið á odda fyri nøkrum venjingum hjá monnunum hjá ÍF Føroyum í seinastuni, og var á bonkinum til dagsins dyst, har hann hjálpti leikandi venjaranum, Andrias Sólsker, við útskiftingum og taktiskum avgerðum, og gjørdi hann tað sera gott.

ÍF Føroyar byrjaði dystin væl og legði seg á odda 2-0, men heimaliðið javnaði skjótt aftur, og liðini skiftust um at hava leiðsluna tað mesta av fyrra hálvleiki. 1. hálvleikur var merktur av fáum málum, har bæði liðini høvdu trupult við at skora, millum annað stóð ein vælleikandi Eyðfinn Poulsen stinnur í málinum aftanfyri eina góða verju. Í hinum endanum høvdu føroyingarnir trupult við at skapa heilt stórar málmøguleikar, og brendu teir eisini illa móti einum góðum Rødovre málmanni, ofta úr heilt fríum støðum í skjótálopum. Tá fyrstu 30 mintturnir vóru farnir kundi heimaliðið fara til hálvleiks eitt mál frammanfyri, 10-9.

Í hálvleikinum varð tosað um, hvussu føroyingarnir skuldu skipa álopið fyri at skjóta fleiri mál, og at góða verjuspælið skuldi halda fram.

Hóast konstruktivt hálvleiksprát frá føroyingunum, so byrjaði heimaliðið annan hálvleik betri, og løgdu seg skjótt longur framum, men føroyingarnir løgdu seg ikki niður, og eftir 10 minuttir av 2. Hálvleiki høvdu teir bart seg uppá javnt aftur, 14-14. Góða løtan hjá ÍF Føroyum helt tíverri ikki so leingi, og Rødovre høvdu skjótt lagt seg framum aftur við trimum málum, og hesaferð eydnaðist tað ikki føroyingunum at koma aftur. Seinastu løtuna tóku føroyingarnir nógvar kjansir í verjuspælinum í eini roynd at koma aftur í dystin, men tað endaði hinvegin við at leiðslan hjá heimaliðnum gjørdist enn størri enn áðrenn, og endaði dysturin harvið 25-19 til Rødovre.

Samanumtikið varð hetta eitt vónbrótandi úrslit sum kann kosta føroyingunum dýrt í dystinum um uppflyting, og skulu teir nú hava hjálp frá øðrum liðum um teir skulu halda vónini um 3. División komandi kappingarár.

Næsti dystur er komandi leygardag á heimavølli móti Team Nørrebro, ið liggur á 9. Plássi.

 

Málskjúttar:

Ólavur av Fløtum Mittún 6, Kristoffur Kristoffersen 4, Hanus Christophersen  2, Torstein Balle 2, Andrias Sólsker 2, Andor í Horni Sivertsen 1, Høgni Olafsson 1, Rógvi Reinert 1, Bartal Klein Olsen 0