Tepurt tap til kvinnurnar

Mótstøðuliðið í dag var Amager SK.  Síðstu ferð vit spældi ímóti teimum, var tað ein javnur dystur, og tí vóru vit uppsettar uppá ein tættan og harðan dyst.

Dysturin byrjaði væl og liðini fylgdist, men tá vit nærkaðist endanum á fyrra hálvleiki, gjørdu vit ov nógvar tekniskar villur. Hetta útnyttaði mótstøðuliðið, og fóru tær til hálvleiks á odda 12-8.

Vit fingu eina vánaliga byrjan upp á seinna hálvleik, og Amager SK økti leiðsluna til 16-9.

Okkurt máttu vit broyta, og tí bleiv avgerð tikin um at mansverja vinstra bakk.

Hetta hjálpti uppá verjuna, og vit komu aftur í dystin og nú vóru bert 3 mál á muni.

Nú manglaði bara tað allar síðsta í álopinum, og tað var at fáa bóltin framvið málmanninum. Hóast vit komu fram til nógvar góðar málmøguleikar, fingu vit ikki bóltin í málið, og vóru tí akkurát ov stuttar til at heinta 2 stig heim.

Endaliga úrstlitið gjørdist 19-17 til Amager SK.