Vónbrot eftir enn ein ósigur

Leygardagin 25. januar skuldi ÍF Føroyar liðið aftur leika, og hesa ferð var mótstøðuliðið Nørrebro. Vit hava fyrr sigrað á Nørrebro, sum undan dystinum lá á 9. plássi, og ætlanin var sjálvandi at fáa 2 stig á kontuna aftur hesa ferð. Undan dystinum varð greitt, at vit einans fóru at vera 8 mans til dystin. Hetti merkti, at møguleikarnir fyri at gera útskiftingar og harvið spara orku vóru sera avmarkaðir.

Hóast liðið var skert undan dystinum, tyktust menn at vera tendraðir, tá bríkslað varð í gongd. Nú skuldi tað vera! Eftir tríggjar ósigrar var alneyðugt við stigum á kontuni. Fyrri hálvleikur var javnur, og fylgdust liðini at. Hálvleiksstøðan var 12-15 til útiliðið úr Nørrebro.

Í seinna hálvleiki byrjaði møðin at plága, og fekk Nørrebro tískil ein gyltan møguleika at leggja seg nøkur mál framum. Tann møguleikan lótu teir ikki fara framvið. Miðskeiðis í 2. hálvleiki løgdu teir seg sostatt framum vid 4-5 málum. Vit vistu, at tað fór at vera trupult at koma aftur í aftur, men ein heiðurlig roynd varð gjørd, og stutt undan leikloki var einans 1 mál á muni. Tá tað til endans kom, megnaði Nørrebro tó at halda fast í leiðsluni og koyra ein lítlan 26-27 sigur heim.

Vit vistu undan dystinum, at umstøðurnar rundan um skerda liðið gjørdu, at tað fór at vera ein trupul dystur, og eftir dystin vóru menn, sum vera mann, sera vónbrotnir. Veruleikin er tó, at tað kann gerast sera trupult at vinna hondbóltsdystir, tá tað einans eru 8 mans til dystin. Týsdagin 28. januar er steypadystur ímóti Taastrup, ið leikar í 2. divisjón. Tað verður ein sera trupul dystur, sum fer at krevja tann besta innsatsin frá hvørjum einstøkum leikara, um vit skulu fáa eitt gott úrslit.

 

Málskjúttar:

Hanus Christophersen  10(5), Andrias Sólsker 5, Torstein Balle 4, Kristoffur Kristoffersen 3, Rasmus Müller 2, Ólavur av Fløtum Mittún 1, Høgni Olafsson 1, Bartal Klein Olsen 0