Tættur dystur endaði við ósigri

Týskvøldið 18. februar var aftur dystur á skránni hjá kvinnunum, og hesuferð var mótstøðuliðið Team Nørrebro, ið vit seinast hittu í oktober. Seinasta dystin ímóti Nørrebro gentunum taptu vit greitt, men allar vóru samdar í, at soleiðis skuldi ikki verða hesa ferð.

Dysturin hetta kvøldið varð spældur á heimavølli, og allar vóru klárar til ein góðan dyst. Tá dómarin brígslaði dystin í gongd byrjaðu vit við bóltinum, og tað gekk heilt væl í fyrra hálvleiki. Vit fingu eitt sindur av ferð á spælið, og tá vit fóru til hálvleiks var støðan 11-10 til okkum.

Eftir hálvleikin fóru vit inn aftur á vøllin, fegnar um góðu gongdina. Men um vit hava verið ov spentar ella gjørt ov nógv av í seinna hálvleiki kann væl vera, tí nú gekk ikki líka væl. Verjan stóð tað sama, men í álopinum var støðan versna eitt sindur - tað gekk ikki líka væl at fáa bóltin inn í málið og fleiri ferð kastaðu vit bóltin burtur. Hetta hevði við sær, at tær komu til fleiri málmøguleikar, og endaði dysturin tí 22-20 til Team Nørrebro.

Næsti dystur hjá kvinnunum verður ímóti VHC/Vidar í vikuskiftinum. Hetta verður helst enn ein spennandi dystur, av tí at tær liggja beint omanfyri okkum í kappingini – og tá koma vónandi 2 stig heim við!