Arbeiðssigur til 1. manslið

Hóskvøldið 20. februar skuldi 1. manslið hjá ÍF Føroyum aftur leika dyst í kvalifikatiónsrekkjuni. Mótstøðulið var AG København, sum undan dystinum lá á næst aftasta plássi, 12 stig aftanfyri føroyingarnar á 3. Plássi. Hópurin til dagsins dyst taldi heili 12 mans, millum annað Bartal Klein Olsen, afturvendur frá kyndlaørindum, eins og fleiri leikarar, ið vanliga leika á 2. liðnum. Heimavøllurin hjá ÍF Føroyum til dagsins dyst var hin sagnumspunna saunahøllin, eisini kallað Sundbyhallen, gitin fyri veggirnar ið liggja beint upp móti leikvøllinum og gera hondbóltspælið heldur klaustrofobiskt. Men eftirsum at ÍF Føroyar venur her hvønn hósdag, og eru leikararnir tí vandir við høllina, so var væntað at hetta skuldi vera ein fyrimunur fyri føroyingarnar.

Tann lítli fyrimunurin sum møguliga var fyri ÍF Føroyar hvarv stutt undan dystarbyrjan, tá funnið var útav at einki harpiks var komið við í høllina, og tá ein óreinur liðleiðari hjá útiliðnum noktaði at lána føroyingunum nakað, og eingin var førur fyri at koma við tí gloymda harpiksinum, so mátti føroyingarnir spæla allan dystin við hálum fingrum.

Byrjanin av dystinum bar eisini dám av júst hesum, har menn høvdu trupult við at lofta og kasta sum vanligt, og tað gekk ein løta áðrenn teir fingu vant seg við tað. Hetta hevði eisini við sær at útiliðið byrjaði dystin betur, og løgdu teir seg eisini skjótt framum við tveimum málum. Hóast føroyingarnir komu upp á javnt fleiri ferðir, so fekk útiliðið leiðsluna aftur hvørja ferð, og teir hildu eina tvey- og trýmálsleiðslu størsta partin av fyrsta hálvleiki. Serliga riggaði spælið inn á strikuna væl hjá AG, teir dugdu væl at finna strikuspælarin og hann dugdi væl at venda sær og seta bóltin í netið. Tað gekk striltið í álopspartinum hjá føroyingunum so at siga allan dystin, í fyrsta hálvleiki høvdu teir trupult við at spæla seg ígjøgnum stóru miðverjuna hjá útiliðnum; møguliga spælið var darvað av harpiks støðuni, og hóast Christoffur Gert á síðulinjuni royndi sítt besta at loysa verjuna upp, so var sannroyndin tann, at  spælið ikki koyrdi serliga væl, og AG kundi fara til hálvleiks við eini 9-11 leiðslu.

Hálvleiksprátið hjá heimaliðnum snúði seg mest um at loysa trupulleikarnar í álopspartinum, og at fáa steðga spælið inn á strikuna hjá mótstøðuliðnum. Menn vóru samdir um at teir máttu flyta fokus frá tí manglandi harpiksinum og sýna betri hondbóltsspæl í seinna hálvleiki.

Teir bláu byrjaðu annan hálvleik munandi betur enn fyrsta, og hóast teir enn høvdu tað eitt sindur trupult við at fáa mál, so eydnaðist tað í stóran mun at steðga AG álopinum, teir fyrstu 10 minuttirnar av 2. hálvleiki fekk útiliðið bert 1 mál, og var hetta einari góðari verju og einum sera vælleikandi Mikkjal Hansen í málinum at  takka. Hetta hjálpti føroyingunum at taka leiðsluna og miðskeiðis í seinna hálvleiki høvdu teir eina 15-12 leiðslu, men gleðin var stokkut, tí útiliðið fekk bart seg uppaftur á javnleik, 15-15. Hetta skuldi tó vísa seg at vera síðstu fer at AG var nær við at fáa stig, tí eftir hetta drugu føroyingarnir frá aftur og megnaðu at enda at hála ein 20-17 sigur heim. Móti dystarenda vóru AG leikararnir heldur naskir og gjørdu nakrar keðiligar taklingar sum fekk øði í nakrar føroyingar, har tann eini, sum vildi vera dulnevndur í hesi frásøgn, fekk beinleiðis reytt kort fyri kjaftaslit og slapp eitt sindur fyrr í brús.

Samanumtikið var hetta ein hondbóltsdystur sum ikki verður mintur fyri gott hondbóltspæl, men kanska heldur fyri onnur ting, sum ikki høvdu so nógv við spælið at gera. Tá tað er sagt, so gjørdi ÍF Føroyar tað neyðuga fyri at vinna dystin, og nærkast teir tí aftur Tune á 2. plássinum, sum teir møta heilt skjótt í eini lagnuuppgerð.

Dagsins leikari var valdur at vera Mikkjal Hansen, ið stóð ein sera góðan dyst í málinum, og var tað tí væl uppiborið.

 

Málskjúttar:

Benny 8, Rasmus Müller 6, Ólavur av Fløtum Mittún 3, Kristoffur Kristoffersen 2, Bartal Klein Olsen 1 (men tað var sera gott)