Enn ein sigur til kvinnurnar

Sunnukvøldið spældu kvinnurnar heimadyst ímóti KSI, ið tær áður ikki hava spælt ímóti í hesum kappingarárinum, og tí vistu tær ikki, hvat tær komu inn til.

Føroysku kvinnurnar komu út sum eitt ódnarveður og løgdu seg á odda beinanvegin. Ein skjeyt mál fyri og onnur eftir. Verjan stóð sum ein múrur, og tá 20 minuttir vóru farnir, vóru tær á odda 9-2. Síðani bleiv skift eitt sindur út og hetta gjørdi, at KSI kom meira inn í dystin. KSI fingu fleiri mál og vit færri. Kvinnurnar fóru til hálvleik á odda við støðuni 11-7.

Í 2. hálvleiki kom gongd aftur á málini hjá okkara kvinnum og spælið gekk væl. Til tíðir var spælið eitt sindur hektiskt og vit spældu skjótari enn vit sjálvar megnaðu at fylgja við, men verjan var væl allan vegin ígjøgnum. Hetta var eisini tað, kvinnurnar vunnu uppá. Sum dysturin leið fekk KSI innheinta nøkur mál, men tær komu ongantíð tættari enn tvey mál frá føroysku kvinnunum.

Stórt rós til allar kvinnurnar, ið stóðu saman og kempaðu hvør fyri aðra.

Dysturin endaði 24-17 og tískil liggja ÍF Føroyar kvinnurnar nú á einum 3. plássi.