Kvinnurnar enda kappingarárið við at vinna á ósigraða topliðnum

Leygardagin 7. mars møtti kvinnuliðið SG Mojn København á heimavølli.

SG Mojn er fremsta liðið í bólkinum, og tær hava bert mist eitt stig hetta kappingarárið, sum var ímóti okkum. Seinast vit spældu móti teimum, endaði dysturin við javnleiki, og vit vóru nú sera grammar eftir at vinna.

Fyrstu minuttirnar av dystinum 7. mars legði mótstøðuliðið seg framum, og hóast tosað varð um áðrenn dystin, at vit ikki skuldu lata strikuna fáa bóltin, var tað serliga strikan, sum fekk mál teir fyrstu minuttirnar. Skjótt kom tó betri skil á verjuna, og vit løgdu okkum á odda. Hitt liðið hevði bert ein útskiftara, og tá dysturin var hálvrunnin, byrjaðu tær at missa orkuna. Tíbetur høvdu vit nógvar leikarar á bonkinum, og fingu tí skift meira út enn tær.

Vit vóru frammanfyri tað mesta av dystinum, hóast vit skiftust um skora mál. Endin gjørdist tó rættiliga dramatiskur, tí seinastu løtuna kláraði mótstøðuliðið at minka um munin, soleiðis at eitt mál var á muni. Í síðsta minuttinum fingu tær brotskast, og tað gjørdist javnleikur, tá bert umleið hálvur minuttur var eftir av dystinum. Vit royndu síðani at taka tað róligt í álopinum og hondin hjá dómaranum kom skjótt upp í loft. Vit fingu tríggjarmeturkast, tá bert fá sekund vóru eftir. Helga megnaði í síðsta sekundi við einum góðum undirhondsskoti at seta bóltin í málið, og vit vunnu 24-23.

Dómarin var fyrst í iva um hetta yvirhøvur varð mál, tí bólturin trillaði inn í málið í sama sekundi sum dysturin varð bríkslaður av. Tíbetur gekk hetta til okkara fyrimun og vit fingu málið. Tískil ognaðu vit okkum ikki bara eitt, men tvey stig ímóti SG Mojn København. Vit eru og vóru fyrsta liðið, ið megnaði at koppa hesum liðnum.

Orsakað av tiltøkunum, sum myndugleikarnir hava sett í verk fyri at steðga smittuni av nýggja coronavirusinum, eru teir síðstu tveir dystirnir, sum eftir ætlan skuldu spælast ávikavist 24. og 28. mars, avlýstir, og hetta var tí seinasti dystur hjá okkum hetta kappingarárið. Vit eru sera harmar um at hetta var tað síðsta fyri í ár, men tíbetur fingu vit ein sera góðan síðsta dyst.