Endiliga klárt aftur til nýtt kappingarár eftir langan Korona-steðg

Eftir at hava ligið í dvala í næstan eitt hálvt ár, skal hondbólturin hjá ÍF Føroyum endiliga í gongd aftur. Korona farsøttin endaði farna kappingarári áðrenn tað var liðugt, og misti fleiri av liðunum hjá ÍF Føroyum møguleikan at spæla seg til uppflyting í hægru deild. Men hóast vit tíverri ikki kunnu siga, at Korona er yvirstaðið enn, so sleppa allar kappingar hjá DHF at byrja aftur, og føroyingarnir gleða seg at koma í gongd aftur, og eru svangir eftir at gera tað eitt vet betri enn síðsta kappingarár. Bæði menninir og kvinnurnar byrjaðu at venja aftur fyrst í september, og eru nú við at vera til reiðar at byrja eitt nýtt og spennandi kappingarár.

 

Sum vanligt er, hava tað verið útskiftingar í hópunum, fólk flyta heim og onnur flyta niður, soleiðis eru tað flestu árini, og í ár er onki undantak. Menninir hava mist nakrar rutineraðar kreftir, Kristoffur  Kristoffersen og Høgni Olafsson hava lagt ÍF Føroyar skógvarnar á hyllina, og verða teir nógv saknaðir. Men fleiri menn eru eisini komnir aftrat hópinum, bæði ungir og nýkomnir útisetar, men eisini nakrir gamlir kenningar í ÍF Føroyum eru at finna aftur, og tað er sjálvandi at fegnast um.

Venjarin frá tveimum teimum seinastu árunum, Andrias Sólsker, hevur fingið nýtt starv eftir loknan lesna, og fekk ikki funnið tíðina sum skuldi til fyri at standa á odda fyri monnunum, so hann hevur við sorgblídni sagt venjarasessin frá sær, eitt starv hann annars hevur røkt sera væl. Ongin ordiligur venjari er settur í hansara stað, men ein gamal kenningur í felagnum, Tummas Pauli Hanusarson, ið er komin niður aftur í arbeiðsørindum, hevur játtað at standa á odda fyri venjingum tá hann hevur møguleika fyri tí, og er tað ein stórur lætti fyri felagið.

1. manslið spælir fyri triðja kappingarári á rað í kvalifikationsrekkjuni í donsku hondbóltsskipanini, har teir aftur fara at royna at flyta upp í 3. Division, eftir at hava verið nær við tær seinastu ferðirnar. 2. manslið spælir aftur í seriu 2, har teir vóru um reppið at flyta upp í farna kappingarári.

Fyrsta liðið hjá monnunum spælir sín fyrsta dyst í morgin, týsdagin 22. september, á útivølli móti HVI Himmelev úr Roskilde, meðan 2. liðið spælir fyrsta dystin komandi sunnudag móti Avedøre IF.

 

Kvinnurnar hava ikki havt tað stóru frágongdina, men eitt sindur av nýggjum andlitum hava verið at sæð, og tað hevur verið stuttligt at líta á tær nógvu kvinnurnar til venjing tær fyrstu vikurnar. Eins og hjá monnunum er venjarastøðan hjá kvinnunum eitt sindur óstøðug. Samstarvið millum felagið og venjaran frá seinasta kapingarári varð steðgað í byrjanini av árinum, eitt sindur áðrenn kappingin endaði í mars, og var hetta helst tað besta fyri bæði felagið og kvinnurnar. Hetta merkir at ongin venjari stendur á odda fyri kvinnunum sum nú er, og hóast tað er heldur harmiligt, so halda kvinnurnar høvdið høgt og hava gjørt eina venjingarætlan, har leikararnir skiftast um at standa fyri venjingum, og á tann hátt skipa fyri góðum venjingum uttan at øll ábyrgdin skal liggja á einum persóni, og hetta tykist heilt sikkurt at vera ein skilagóð loysn, í mun til núverandi støðu.

Tað er sum vant seinastu árini bert eitt kvinnulið, og tað leikar í seriu 1. Hóast eitt eitt sindur skuffandi pláss mitt í deildini í farna kappingarári, so tykjast kvinnurnar at vera klárar at kappast um tey stuttligu plássini aftur í ár, og vónandi eisini heilt ovaliga so møguleikin fyri uppflyting í kvalifikationsrekkjuna ikki er so fjarur, og eru vit í ÍF Føroyum ikki í iva um at tær hava dygdirnar og spælið, at gera seg galdandi ímillum tær bestu í deildini.

Kvinnuliðið leikar sín fyrsta dyst sunnudagin 27. september í Kokkedal á útivølli móti HUK Håndbold.

 

 

ÍF Føroyar vil fegin geva eina takkarkvøðu til stuðlar okkara:

  • Bank Nordik
  • 62 Norð
  • Atlantic Airways
  • Magn
  • Amar Sport