Góð byrjan uppá kappingarárið hjá 1. mansliði

So var enduligani dystur aftur á skránni hjá ÍF Føroyum monnum. Eftir ein heldur vánaligan enda á seinasta kappingarár, var løtan komin at reisa seg aftur og fáa eina góða byrjan uppá nýggja kappingarárið.

Fyrsta mótstøðuliðið hjá okkara monnum var HVI Himmelev úr Roskilde omegn. So sum tað fer at vera so mangan í ár, so var tað ein løta at koyra til dyst. Men humørið var høgt og menn vóru spentir at byrja kappingarárið.

Tá dysturin byrjaði sást at tað var eitt nýtt lið sum ikki hevði fingið nógvar venjingar saman, men við stríðsvilja løgdu føroyingar seg á odda 4-2 eftir fyrstu fimm minuttirnar, og harfrá var aldrin hugt aftur. Eftir eitt korter var útiliðið á odda 5-9 og hálvelikstøðan var 10-17.

Tá seinni hálvleikur byrjaði var eingin ivi um hvør fór at vinna dystin. ÍF Føroyar verjan sá út sum hon hevði spælt saman í fleiri ár, og slapp ein mótstøðuleikari ígjøgnum verjuna, so stóð ein væl leikandi málverji inni í málinum. Hetta gjørdi, at tá 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki høvdu Himmelev bert fingið eittans mál. Teir seinastu tíggju minuttirnir slakaðu føroyingar eitt sindur av og endaliga støðan gjørdist 17-28 til ÍF Føroyar.

Tó at tað vóru nakrar feilavleveringar og okkurt flott kongastuss, má sannast at tað sást ikki at tað eru 6 mánaðir síðan seinasti dystur var leiktur og at liðið er nýtt. 2 stig á kontoiina og ein góð byrjan uppá kappingarárið.

 

Næsti dystur hjá 1. mansliði er týsdagin 29. september á heimavølli móti Rødby HK

 

Málskjúttar:

Andrias 5, Reidar 5, Torstein 4, Rasmus 4, Andor 3, Poul Kjartan 3, Bjarki 2, Ólavur 1