Kappingarárið hjá kvinnunum skotið í gongd

Eftir at kappingin bleiv niðurløgd farna kappingarár vegna Covid-19 var endiliga dystur á skránni aftur. Túrurin hendan góðveðursdag gekk til Kokkedal. Mótstøðuliðið var HUK Håndbold, sum vit ikki hava spælt móti áður og tískil ikki vistu nakað um. Allar vóru væl uppsettar til dystin og glaðar fyri at koma í flottu bláu klæðini aftur. Hópurin er so gott sum tann sami, tó er Beinta Poulsen við aftur og Drós Ragnarsdóttir, ið hevur funnið hondbóltsskógvarnar fram aftur (wuhu).

 

Dysturin verður bríkslaður í gongd og Helga var skjót at leggja okkum fram um 0-1. Mótstøðuliðið svarar tó skjótt aftur og leggur seg á odda. Vit høvdu trupulleikar í verjuni og valdu tí at dekka 5-1 við Lilju sum 1’ara. Vit fingu fleiri skjótálop, men brendu ov illa. Vit eru aftanfyri allan fyrsta hálvleik og hálvleiksstøðan er 13-11.

 

Í hálvleikinum komu Gudrun og Fía (sum vóru dagsins venjarar) við nógvum klókum orðum.

Dysturin var ikki liðugur og vit valdu at stríðast víðari. Vit kláraðu at hála okkum til ein javnleik og løgdu síðani okkum fram um 14-15 eftir 10 min. Hetta vardi tó ikki leingi.. Tað tykist sum eingin luft var eftir í ballónini. Vit orkaðu ikki nóg væl at renna heim, gera feilavleveringar og skjóta málmannin heitan. Dysturin endaði 24-19 og vit fóru heim við kensluni av, at hetta kundu vit væl gera betri.

 

Toppskjútti gjørdist Helga E. Kjærbo.

 

Næsti dystur hjá ÍF Føroyar kvinnunum er ikki fyri um tríggjar vikur, sunnudagin 18. Oktober á útivølli ímóti Team Nørrebro 3.