Tryggur sigur í fyrsta heimadystinum

Týskvøldið 29. septembur skuldi besta mansliðið hjá ÍF Føroyum spæla sín annan dyst í kappingarárinum, og tann fyrsta á heimavølli. Mótstøðuliðið hesaferð var komið allan vegin úr Lollandi, og æt Rødby. Tað sást, at hetta var eitt seriøst lið, og høvdu tey við sær ein stóran hóp við nógvum leikarum, fleiri venjarum, liðleiðara og fysioterapeut. Lagt var upp til ein spennandi dyst, millum tvey lið, ið bæði vunnu sín fyrsta dyst á árinum.

Hópurin hjá okkara monnum var eisini stórur hendan dagin, og ætlanin hjá okkum var at vit skuldu spæla við høgari ferð, tí vit høvdu nógvar útskiftarar.

 

Frá fyrsta bríksli løgdu Rødby eina mansverju á Steinar Prestá, sum hendan dagin byrjaði á høgra bakki. Um teir løgdu merki til Steinar undir upphiting, ella høvdu fingið eitt prei um Steinar áðrenn dystin er óvist, men hetta gav okkum ein lítlan hvøkk frá byrjan. Hesin hvøkkurin hvarv skjótt, og aftaná bara einum korteri vóru okkara menn frammanfyri við 8 málum, og dysturin tóktiskt avgjørdur áðrenn fyrru hálvleikur var hálvrunnin. Verjan og málmaðurin stóðu væl og menninir úr Lollandi høvdu stórar trupulleikar við at fáa mál. Í hinum endanum spældu vit okkum til stórar málmøguleikar hvørt álop, og teirra verja hevði ilt við at steðga góða hondbóltsspælinum frá okkum.

 

Eftir hetta komu Rødby eitt sindur betri við í dystin. Um tað var ein av teimum trimum venjarunum, sum gjørdu onkra broyting, ella um tað bara vóru vit sum fóru niður í tempo er ilt at siga, men tá megnaðu Rødby at hála eitt sindur inn á okkum, soleiðis at støðan í hálvleikinum var 16-10 til ÍF Føroyar.

Menn vóru samdir um, at spælið var nøktandi og um vit aftur øktu um ferðina í spælinum, so var á góðari leið.

 

Vit byrjaðu seinna hálvleik sum vit endaðu fyrra. Liðini skiftust um at skora, og serliga vinstribakkurin hjá Rødby hevði eitt sera hart skot, og fekk nógv mál. Dysturin var tó ongantíð í vanda, og endaliga úrslitið gjørdist ein 33-27 sigur til okkara.

Menn vóru samdir í, at hesin munurin kundi verið væl størri, um vit hildu okkara konsentratión, sum vit gjørdu tað fyrsta korterið av dystinum.

Sigurin merkir, at vit eftir tveir dystir hava fult stigatal.

 

Málskjúttar:

Reidar 7, Andrias 5, Torstein 5, Andor 5, Rasmus 4, Poul Kjartan 4, Ólavur 3