Kunngerð um korona í ÍF Føroyum

Eftir Korona farsóttin hevur herjað og ávirkað gerandisdagin hjá teimum flestu í meir enn eitt hálvt ár, hevur ÍF Føroyar nú tíverri følt smittuna heilt tætt uppá, eftir fleiri menn og kvinnur hava fingið staðfest Covid-19 sjúkuna seinastu dagarnar.

Smittan í felagnum stavar allarhelst frá dysti hjá 1. mansliði týsdagin í farnu viku, har ein av mótstøðuleikarunum seinni á vikuni varð staðfestur positivur. Tá liðini í ÍF Føroyum eru saman upp til tríggjar ferðir um vikuna kann tað ganga skjótt hjá smittuni at spreiða seg. Felagið hevði eisini ein samansjóðingardag fríggjadagin, sum er og hevur verið ein siðvenja í felagnum í nógv ár. Her verða nýggj og gomul andlit sett saman, og hetta er ein av orsøkunum til góða samanhaldið í felagnum. Har vóru ymiskir aktivitetir, har fólk vóru nógv saman, tó so at tað vóru færri enn 30 fólk til tiltakið, so forboðið um at vera fleiri enn 50 fólk var hildið.

Boðini um smittuna hjá mótstøðuliðnum komu leygardagin, og tískil fóru fólk at kanna seg tá. Fyrsta smittan í ÍF Føroyum varð staðfest sunnudagin, og hareftir eru fleiri komin aftrat og enn eru nøkur sum bíða eftir svari.

Hetta merkir, at felagið hevur niðurlagt allar venjingar komandi tvær vikurnar fyri fyrst, og ein dystur hjá 1. mansliði sum skuldi vera týsdagin, varð fluttur nakrar vikur fram. Sigast skal eisini at felagið og leikarar hava havt tætt samband við heilsumyndugleikarnar og øll tilmæli vera fylgd.