2 stig til kvinnurnar

Kvinnurnar spældu dyst ímóti Team Bornholm í gjár og vunnu 27-23.

Tað er áleið ein mánaði síðani vit spældu dyst seinast, hetta eitt nú av korona, og vit vóru spentar at royna okkum aftur.

Dysturin byrjaði væl og vit kempaðu øgiliga væl í verjuni. Øgiliga fá mál vóru fyrst í dystinum og dysturin var sera javnur. Mótstøðuliðið høvdu nógv skot úti frá og spældu nógv inn til strikuna, ið vit høvdu eitt sindur av trupulleikum við. Hálvleiksstøðan var 12-10 til okkum.

Í steðginum settu vit okkum fyri at blíva við at kempa í verjuni og at hjálpast um tungu strikuna. Hetta eydnaðist betur næsta hálvleik.

Álopini hjá okkum gingu væl og vit skoraðu uppá flestu royndirnar. Hetta gjørdi at vit brúktu mest tíð í verjuni, ið stóð sterk. Tær høvdu truplari við at fáa mál og vit vóru fyri tað mesta 3-4 mál frammanfyri. Vit vunnu dystin 27-23!

Hetta er seinasti dystur í langa tíð, tí koronaavmarkingarnar gera at vit ikki sleppa at venja og spæla dyst í 4 vikur.