Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Nýtt kappingarár fyri framman hjá ÍF Føroyum

Nýtt kappingarár fyri framman hjá ÍF Føroyum

Eftir eina góða summarferiu eru flest allir føroyskir útisetar aftur at finna í Danmark, har lesnaðurin er komin í gongd aftur, nú tað endiliga er tamarhald á Corona støðuni og skúlarnir ikki bert eru á telduni. Millum hesar útisetarnar eru tíbetur fleiri hondbóltsleikarar, og teir í ÍF Føroyum hava bíða spentir síðan oktober í fjør at koma í gongd aftur, og nú nærkast við skjótum fetum til kappingarbyrjan.

Venjingarnar byrjaðu mitt í august, og tað hevur verið stuttligt at líta á mongu nýggju og kendu andlitini í høllini, har bæði kvinnur og menn hava møtt fjølment upp. Eins og undanfarin ár er tilgongd og frágongd av leikarum í felagnum, hóast tað hjá bæði kvinnum og monnum mest er talan um tilgongd, og er tað sera gleðiligt.

 

Bulurin í kvinnuhópinum er stórt sæð hin sami, sum hann hann hevur verið tey seinastu árini, hóast fleiri nýggir leikarar, ið eru fluttir niður fyri stuttum, eisini hava verið at sæð til venjingarnar, og tað er sjálvsagt ongantíð betri. Eftir at hava stríðst tey seinastu árini við fleiri ymsum venjarum, við heldur ójavnum úrslitum, tykist tað til at kvinnuliðið í ár hevur funnið eina haldgóða loysn til venjarastøðuna. Talan er um Onnu Brimnes, ið hevur játtað at røkja týdningarmikla leiklutin sum venjari hjá kvinnunum; Anna hevur heima í Føroyum leikt við Kyndli, og hevur síðan hon kom niður verið nøkur tíðarskeið í donskum feløgum. Anna skal eftir ætlan vera leikandi venjari, og er tað tí eisini ein góður leikari, ið legst aftrat hópinum hjá kvinnunum.

Hóast kvinnuhópurin sær rættiliga stórur út í ár, hava tær tó valt at halda á fram við bert einum liði, eins og tey seinastu árini. Kvinnuliðið spælir aftur í ár í Seriu 1, har tær hava vónir og ætlanir um at spæla við um tey ovastu plássini, har møguleikin fyri uppflyting í Kvalifikationsrekkjuna er til staðar, og er støddin og góðskan í hópinum nú so mikið stór og góð, at hetta átti ikki at verið ein stórur trupulleiki.

Kvinnurnar leika sín fyrsta dyst á heimavølli í Sundbyøsterhal 1 leygardagin 2. Oktober móti KSI 3.

 

Hjá monnunum er eisini talan um tilgongd, har nógvir ungir menn, ið nýliga eru fluttir til Keypmannahavn, hava funnið sær veg inn í høllina tann seinasta mánaðin, og aftrat teimum sum vóru áðrenn, bendir alt á at menninir hava ein rættiliga stóran hóp til komandi kappingarár. Tað heilt stutta kappingarárið í fjør, var hjá monnunum uttan ein veruligan venjara, men í ár er hetta broytt. Bartal Klein Olsen hevur eftir samráðingar við nevndina játtað seg til venjarasessin, og verður tað sera spennandi hvussu tað fer at eydnast. Bartal er, eins og kvinnuvenjarin, kyndlamaður, og hevur leikt við ÍF Føroyum síðan hann flutti niður fyri góðum 2 árum síðan. Bartal stríðist við skaða í knænum, og er tí í løtuni venjari burturav, men vónin er at hann kann spæla við aftur um ikki alt ov langa tíð. Men hóast hann nú “bert” er venjari, so er tað eyðsæð til venjing, at hann heilt klárt eisini hevur dygdirnar til tað.

Eftir nøkur ár í Kvalifikationsrekkjuni hjá 1. mansliði, fingu teir tilboðið um at flyta upp í 3. División uppá eitt avboð, og teir valdu at taka av. Komandi kappingarár verður tí sera spennandi at fylgja við hvussu tað fer at eydnast, menninir hava í øllum førum góðar vónir, og ætlanin er at royna at vinna allar dystir, og tilgongdin merkir at liðið og hópurin síggja sterkari út enn tey seinastu árini, og boðar hetta frá góðum. 2. manslið spælir aftur í ár í Seriu 2, har teir seinastu ferð vóru sera nær við at flyta upp í Seriu 1, so vónin má vera at royna eftir upplfytingini aftur í ár.

Besta lið hjá monnum spælir fyrsta dyst í annaðkvøld 22. September á útivølli móti BK Ydun í Frederiksberg.

 

Í fjør var sett nýggj nevnd, sum vegna Coronu ikki hevur havt tað stóra arbeiðið enn, men sum nú sær fram móti einum spennandi og stuttligum kappingarári. Ein nokkso stór útskifting var í nevndini, har drúgvir tænarar sum Oddvør Dahl Lauritsen, Hanus Christophersen og næstforkvinnan Stina av Kák Kollsker góvust í nevndini, og skulu tey hava eina stóra tøkk fyri arbeiðið tey hava gjørt fyri felagið. Í teirra stað eru komin 4 nýggj og dugnalig fólk, sum øll eru røsk at hjálpa til við at reka felagið á bestan hátt. Tann nýggja nevndin er mannað soleiðis:

  • Beinta S. Poulsen, forkvinna
  • Rógvi Reinert, kassameistari
  • Torstein Balle, PR
  • Margret Fjørðoy Petersen, stuðlar
  • Súsanna Pálsdóttir Nólsoy, leikaraloyvir
  • Ólavur Av Fløtum Mittún, nevndarlimur
  • Rannvá Eyðunardóttir, nevndarlimur

 

Niðast í greinini er nýggja nevndin avmyndað.

Nevndin fegnast um at bæði kvinnur og menn hava fingið fastar venjarar, og gleða seg til komandi kappingarár við til stuttligum og hugnaligum løtum fyri framman, og ynskja øllum liðum bestu eydnu.

 

Við hondbóltskvøðu

Nevndin

 

ÍF Føroyar vil fegin geva eina takkarkvøðu til stuðlar okkara:

  • Bank Nordik
  • Føroya Bjór