Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Kvinnuliðið gott í gongd

Kvinnuliðið gott í gongd

Nógvar nýggjar eru komnar afturat kvinnuliðnum og vit hava vant nú í ein mánaða, so vit vóru sera spentar at royna okkum í einum dysti.

Hetta var fyrsti dystur, so vit høvdu eitt sindur av nervum, men vóru fyri tað mesta spentar. Tað sást at vit kanska vóru í so spentar, tí vit gjørdu skjótt av í álopinum og skoraðu ikki uppá kjansirnar. Verjan stóð tó sera væl, hóast mótstøðuliðið allatíð spældu strikuna, sum fekk nógv mál. Liðini vóru jøvn og hálvleiksstøðan gjørdist 12-11 til okkum.

Hóast vit vóru framman fyri við einum málið, føldu vit at hetta kundi gerast betur. Vit tosaðu serliga um at vit skuldu fáa ferð á bóltin og skora uppá kjansirnar.

Seinni hálvleikur byrjaði væl og vit løgdu okkum skjótt fram um við nógvum málum. Álopið var gott og verjan enn betur. Vit hava ein breiðan hóp og tískil vóru nógvir ymiskir málskjúttar. Vit vunnu dystin 31-19 og fóru heim við einari góðari byrjan uppá kappingarárið.