Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Enn ein sigur hjá kvinnuliðnum

Enn ein sigur hjá kvinnuliðnum

Eftir ein sigur í fyrsta umfari í kappingarárinum, vóru vit í dag aftur klárar til dyst. Hesuferð móti Københavns Håndboldklub á útivølli.

Vit byrjaðu dystin væl, har vit við góðari verju og skjótum álopsspæli løgdu okkum frammum 0-3 eftir 5 minuttum, men hetta vendi skjótt. Vit byrjaðu at brenna fleiri skot, har vit serliga misnýttu málmøguleikarnar útifrá. Haraftrat fingu KH fleiri brotskøst og mál útifrá, har serliga tann eini bakspælarin hjá teimum var eyðsýnd. Hálvleiksstøðan var 12-13 til okkum.

Í seinna hálvleiki kom vend í. Við fleiri skjótálopum frá m.a. Onnu Brimnes fingu vit skjótt eina 4-máls leiðslu. Álopsspælið koyrdi væl har vit við fáum villum, næstan hvørt álop komu til fríar kjansir, sum vit eisini umsettu til mál. Avgerðin um at fara fram at verja hendan bakspælaran tyktist eisini at ørkymla teirra álopsspæl nógv. Av tí sama var seinni hálvleikur nógv merktur av longum verjustøðum og stuttum álopstøðum á okkara síðu, men vit vóru tolnar í verjuni, so tað gekk eisini væl. Vit endaðu við at vinna dystin 19-30. Nevnast kann, at Anna á Steig, sum vanliga er bakspælari, var málverji hendan dystin eftirsum eingin annar málverji var tøkur. Hon stóð sera væl og tók m.a. 4 út af 6 brotskøstum!

Nú verður ein langur dystarsteðgur og vit spæla aftur 31. oktober, tá ið vit møta KFUM 2 á útivølli.