Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Søtur sigur í Fjón

Søtur sigur í Fjón

Eftir helmingurin av ÍF Føroyar monnunum hava verið heima og vent í heystferiuni, var endiliga tíð til dyst aftur, tepra tapið móti FIF fyri góðum tveimum vikum síðan skuldi vaskast av, og var tað hesuferð Tommerup HK sum skuldi standa fyri skotum. Dysturin, sum átti at ligið um vikuskiftið, varð nakrar vikur undan fluttur til týskvøld, og tað gjørdi støðuna munandi truplari fyri føroyingarnar, tí dysturin var á útivølli í Tommerup, sum liggur eitt sindur sunnanfyri Odense á Fyn. Hetta merkti ein langan túr tvørtur um stórabæltsbrúnna, har menn máttu tíðliga heimanifrá, næstan 4 tímar áðrenn dystarbyrjan.

Sum týsdagurin leið byrjaðu avboðini at koma, ein fyri og annar eftir meldaðu inn við ymiskum orsøkum sum gjørdu, at teir fingu ikki komið við til dyst. Um hald var í umskylningunum, ella um nakrir bara ikki hættaðu sær tann drúgva túrin til Fjón sigur søgan einki um. Nýggi venjarin, Bartal Klein Olsen, sum lá heima á sofuni eftir skurðviðgerð, og tí ikki fekk komið við sjálvur, var í dýrastu neyð av støðuni, og royndi av øllum alvi at finna onkrar avloysarar. Har var tó ikki tann stóra eydnan, og tá ið møtt var frammanfyri Oyrasundskollegiinum áðrenn fráferð, vóru bert 8 mans, niður úr teimum 12 sum vanligt hevur verið hetta kappingarárið. Áðrenn koyrt var avstað, funnu menn útav, at heimaliðið spældu í somu bláu litum sum ÍF Føroyar, og tí varð avgjørt at taka tey tiltiknu hvítu leikaraklæðini við, heldur enn at spæla í vestum omanyvir vanligu blusurnar.

Tann skerdi hópurin merkti, at tað vóru ikki nógvir møguleikar at skifta út, og uppleggið til dystin var tí, at spara uppá kreftirnar tá tað bar til, og royna at hála tempoið úr dystinum í álopinum. Høllin, ið var útgjørd við stadionspeakara og eini stórari fjøld av lokalum Tommerupparum, var á gosið mestsum allan dystin, og gjørdi hetta dystin sera stuttligan at spæla.

Føroyingarnir byrjaðu dystin sum eitt óløgi, og løgdu seg framum 4-0 eftir 3 minuttir, og skelkaði hetta eitt sindur heimaliðið. Síðani komu Tommerup eitt sindur afturí aftur, men liðið frá Amager megnaði at halda eina 2-3 málsleiðslu allan fyrra hálvleik. Torkil Mørk Hentze, sum spælir sítt fyrsta kappingarár í ÍF Føroyar blusuni, var eyðsýndur frá byrjanini við fleiri góðum langskotum og spæl inn á strikuna til Runa Olsen, og var hetta við til góðu byrjanina hjá føroyingunum. Tað eydnaðist ÍF Føroyar monnunum at seta ferðina á dystinum, og vóru teir góðir at skora uppá kjansirnar,  meðan verjan eisini stóð væl í stórum partum av fyrra hálvleiki. Fyrri hálvleikur var javnt góður frá mestsum øllum leikarum, har eingin spældi illa, og heldur eingin veruliga skaraði framúr. Hálvleiksstøðan var 13-15 til ÍF Føroyar menninar.

Í hálvleikssteðginum varð tosað um, at gongdin var góð, tó tað kundi verið ein størri leiðsla, og at orkan hjá teimum flestu eisini var fín, so tað bar til at halda fram við sama leisti sum í fyrra hálvleiki.  

Frá byrjanini av øðrum hálvleiki valdi Tommerup at mansverja spælskiparin hjá føroyingunum, sum í dag var Eirikur Simonsen. Eirikur er ein gamal kenningur í felagnum sum nú er afturvendur eftir nøkur ár í útlegd, og spældi hann ein heilt fínan dyst. Mansverjan noyddi hinar báðar bakspælararnar, Ólav av Fløtum Mittún og Torkil Hentze, at standa fyri størri parti av álopspælinum, og loystu teir skjótt uppgávuna, hvussu leikast skuldi 5 móti 5, og tað eydnaðist at spæla seg til stórar kjansir sum oftast vórðu gagnýttir til fulnar. Tað hilnaðist eisini at fáa fyrstu bylgju í kontraspælinum at rigga í 2. hálvleiki, har Torstein Balle og serliga Rasmus Müller vóru raskir at renna skjótt fram og skora. Rasmus var við sínum 10 málum toppskjútti til dagsins dyst og uttan iva eisini dagsins leikari. Hetta gjørdi at føroyingarnir skjótt høvdu bygt eina fimm-málsleiðslu, 14-19, og sá tað út til at teir veruliga kundu renna avstað við dystinum um hetta mundið. Men heimaliðið megnaði við nøkrum góðum periodum at venda gongdini, og skjótt vóru bert 2 mál á muni aftur. 2. hálvleikur bar brá av eitt sindur harðari spæli, og tað sást aftur í fleiri útvísingum til bæði liðini, føroyingarnar vóru tó ikki nóg neyvir í yvirtalsstøðunum sum teir áttu, og var hetta kanska ein orsøk til at Tommerup kom eitt sindur inn í dystin aftur. Tá farið var inn í teir síðstu 10 minuttirnar byrjaðu ÍF Føroyar menninir aftur at draga eitt sindur frá, í stórum lutum takkað verið góðum verjuspælið og ikki at gloyma málmansspælið frá einum sera vælleikandi Mikkjal Hansen, sum spældi ein branddyst í 2. hálvleiki, við fleiri sera týdningarmiklum bjarginugum. Tá 6-7 minuttir vóru eftir stóð 22-27 á máltalvuni, og sigurin sá út til at vera tryggur, men eitt brotskast til heimaliðið og útvísing til føroyingarnar gav heimaliðnum nýtt lív. Teir byrjaðu at verja sera offensivt, og fingu teir provokerað nakrar villur hjá føroyingunum sum skjótt varð umsett til mál í hinum endanum, og so var 25-27 áðrenn nakar visti av. Men tá á stóð megnaðu djørvu menninir úr Føroyum at halda høvdið kalt, og tá ið Jóhan Petur Hentze skoraði sítt einasta mál í dystinum til 25-28 tá 90 sekund vóru eftir, var sloppið. Bæði liðini skoraðu eitt mál aftrat í part, og endaliga støðan gjørdist 26-29 til menninar hjá ÍF Føroyum, og fagnaðurin var ovurstórur millum útlúgvaðu føroysku leikararnar.

Góða samanhaldið og liðandin og skynsama dystarætlanin vóru grundarsteinar undir einum sera týdningarmiklum sigri hjá ÍF Føroyar monnunum í 3. División hetta týskvøldið í Fjón, og føroyingarnir lótu seg ikki darva av at teir bert vóru 8 mans, og fóru inn til dystin við lív og sál og vístu at tað saktans bar til.

Sigurin gevur teimum 4 stig fyri 4 dystir, og sera góðar vónir fyri framtíðina í hesum kappingarárinum. Tað var góður hýrur á ferðalagum til heimferðina, og frøin er neyvan sæð størri enn hjá einum ávísum kyndlamanni sum fekk McDonalds á vegnum heim.

 

Næsti dystur hjá 1. mansliði hjá ÍF Føroyum er komandi leygardag kl 14.45 á heimavølli móti Tune IF, sum bastu føroyingunum í dystinum um uppflyting fyri 2 árum síðan, so nú er ein góður møguleiki at vísa teimum hvar skápið skal standa!

 

Málskjúttar:

Rasmus Müller 10(2), Torstein Balle 6, Ólavur av Fløtum Mittún 4, Eirikur Simonsen 4, Torkil Hentze 3, Rune Olsen 3, Jóhan Petur Hentze 1