Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Triði sigur á rað til kvinnuliðið

Triði sigur á rað til kvinnuliðið

Kvinnurnar løgdu í vikuskiftinum leiðina til Emdrup at spæla dyst ímóti liðinum hjá KFUM. Hetta var fyrsti dystur eftir ein heldur langan steðg. Tískil var eitt væl mannað ÍF Føroyar lið møtt upp sunnudagin, í nýggjum ÍF Føroyar draktum og spentar at sleppa inná vøllin at spæla aftur.

Kvinnurnar komu fínt frá byrjan, hóast tað gekk striltið at fáa mál. Fyrri hálvleikur var merktur av tekniskum villum og brendum skotum, men tá ferð var á bóltinum var ringt hjá KFUM verjuni at steðga álopinum hjá okkara kvinnum. Nógv flott mál vóru skotin útifrá, millum annað frá Onnu Brimnes, Beintu Poulsen og Onnu á Steig. KFUM fóru út í eina 5-1 verju fyri at byrgja upp fyri skotunum útifrá, og hettar loypti hvøkk á álopsspælið eina løtu. Men 5-1 verjan opnaði samstundis eisini upp fyri innspæli inn á strikuna, har Durita Toftum Joensen fekk fleiri fín mál. Nøkur skjótálop komu eisini í kassan, og vóru hesi eisini við til at leggja ÍF Føroyar frammum við eini 7 málsleiðslu. Hálvleikstøðan var 7-14 til okkara kvinnur.

Í hálvleikinum varð prátað saman, og semja var um at sleppa hondbremsuni og arbeiða meiri fyri hvørjari aðrari. Um tað vóru tær nógvu útvísingarnar, eitt vælspælandi KFUM lið ella úrslitartalvan sum ongan streym hevði, ið gjørdi um seg í seinna hálvleiki, kann ein bara gita um, men kvinnurnar hjá okkum fóru frá einari 9 máls leiðslu í byrjanini í seinna hálvleiki, niður á eina 2 málsleiðslu. KFUM liðið fekk arbeitt seg fram til støðuna 20-22, og tá málmaðurin hjá teimum harafturat tók mest sum øll skotini ímóti endanum, kom fjáltur á okkara leikarar. Hóast nógvar tekniskar villur hetta tíðarskeiðið, so bleiv sigurin tíbetur sligin fastur við tveimum umráðandi málum frá Duritu á strikuni, umframt einum flottum lobbara frá Annu á Steig ímóti endanum. Dysturin endaði 22-25 til okkara kvinnur, og hetta merkir at tær varðveita fyrsta plássið í deildini!

Kvinnurnar skulu longu í eldin aftur komandi vikusskifti, tá tær bjóða VHC/Vidar vælkomnum í Sundbysøster høllini klokkan 19:10.