Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Kvinnurnar sigraðu í oddauppgerð

Kvinnurnar sigraðu í oddauppgerð

Leiðin sunnudagin gekk til Nørrebro at hitta Team Nørrebro 3, ið liggja á øðrum plássið í puljuni, beint aftanfyri okkum. Higartil høvdu vit vunnið 4 av 4 møguligum dystum, so tað var her, at vit endiliga kundu møta teimum, ið eftir pappírinum áttu at givið okkum skarpasta gang.

Áðrenn dystarbyrjan varð tað tíðiligt, at okkara vóru spentar, har nervøsiteturin eisini prikaði eitt sindur á, eftirsum, at vit vóru heldur fáar, og høvdu fingið málmansavboð sama morgun - ein rættur sunnumorgunsdystur. Men størri var trupulleikin eiheldur. Anna á Steig hoppaði sum áður lættari elegant inn í málið.

Vit komu avbera væl frá byrjan og fingu okkara fyrstu løtuna knalla kassarnar inn, ein fyri og annan eftir. Í 10. minutti var støðan 9-2 til okkum. Her kemur tó ein heldur langur málturkur, har vit næstu 15+ minuttirnar bert skora eitt einkult mál. Málhálið tíðliga í fyrra hálvleiki bjargaði okkum sostatt frá at fara til hálvleiks aftanfyri. Hálvleiksstøðan gjørdist 9-11.

Seinni hálvleikur byrjar eisini væl, har vit í 10-15 minuttir eru á odda við 2-3 málum. Brádliga gerst støðan tó 17-17 og 19-19, har verjan hjá okkum kanska var eitt sindur ov troytt - og kanska heldur trek - har Team Nørrebro fáa nøkur skjót mál. Vit fingu ikki straffikøst, har tey helst áttu at verði givin, og fingu okkara eisini 5 útvísingar, har móstøðuliðið einki fekk. Anna Brimnes hevði tó her fingið hitað høgru kanón upp, og tryggjaði, at tað ikki gjørdist serliga spennandi aftur. Vit koma framum við 2-3 málum aftur og halda leiðsluna restina av dystinum.

Við einum lekkrum, spískum lobbara í síðstu løtu frá Beintu Poulsen varð dysturin bríkslaður av 26-23 til okkum. Kvinnurnar hava harvið enn fult stigatal eftir 5 dystir.

Næsti dystur er á skrá á heimabana, týsdagin 23. november, ímóti Hvidovre IF 3.