Stórsigur til menninar á heimavølli

Leygardagin 13.Novembur leiktu ÍF Føryar menn dyst móti Roskilde Håndbold 2, teir lógu frammanfyri okkara monnum á stigatalvuni við tveimum stigum, so talan var um viktigan dyst fyri at flyta seg fram móti har tað er stuttligast at leika.

Tó at Klæmint A. Olsen var skyld í at fleiri kanska ikki høvdu fingið optimala hvíld og fyrireiking áðrenn dystarbyrjann, so var tað góða humørið yvirført úr Parkini til Sundbyøster Hallen 1.

Dysturin byrjaði javnt, okkara menn løgdu seg á odda við tveimum eftir fimm minuttir og tað leikaði javnt á til teir seinastu minuttirnar av fyrra hálvleiki, men so stóð verjan sterkt og Hørður í málinum kastaði nøkur skjótálop sum gjørdu at hálvleikstøðan var 15-10.

Eftir stegðin var eingin ivi um hvør var betra liðið á vøllinum, tað var rein cruise kontrol, tó at bæði Torkil Hentze og topskjúttin Julian Olsen máttu hjálpast av vøllinum miðskeiðis í hálvleikinum. Tá avtornaði var støðan 35-23 og ÍF Føroyar sníkja seg upp á eitt fimta pláss, bert tvey stig aftanfyri nummar eitt, tó við einum dysti meira.

Málskjúttar:

Julian Olsen 9, Jónsvein Dulavík 6, Rune Olsen 5, Torstein Balle 4, Rasmus Müller 4, Ólavur Mittún 3, Eirikur Simonsen 1, Tummas Pauli Hanussarson 1, Jóhan Petur Hentze 1, Torkil Hentze 1.

Dagsins leikarar: Julian og Hørður.

Næsti dystur hjá 1.liðnum er mikukvøldið 17. Novembur kl. 21.15 í Santander Cup og hetta er ímóti Pan Håndbold.