Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Menninir melda seg inn í oddastríðið

Menninir melda seg inn í oddastríðið

Sunnudagin 21. november var aftur dystur hjá 1. liðnum hjá ÍF Føroyar monnunum. Eftir ein minni imponerandi sigur í steypakappingini móti liði í lægri deild, var tað aftur tíð at spenna seg út í 3. division. Mótstøuliðið ið var møtt í Sundbyøsterhøllini hetta sunnukvøldið var Dianalund/Tersløse, eitt lið í ovara partinum av deildini, sum áðrenn dystin lá 2 stig omanfyri føroyingarnar á stigatalvuni við bert einum tapi, so hetta var ein sera umráðandi dystur, har eitt tap merkti at man var hektaður av toppinum, meðan ein sigur veruliga kundi hála føroyingarnar upp har tað er stuttligt at spæla.

Hópurin til dagsins dyst var sterkur, og dómaraseðilin var fullur hóast nakrir fáir, sum vanliga hava verið partar av hópinum, manglaðu vegna skaðar og annað. Tað vóru tí góðir møguleikar at skifta út á liðnum, og tað sást eisini aftur í ferðmikla spælinum, har menn ikki vóru bangnir fyri at gerast troyttir.

Hóast mótstøðuliðið var komið langa leið til Amager at spæla dyst, so høvdu tey megna at hála heilt fitt av fjepparum við sær, meðan tað eisini sóust fleiri lokalir føroyingar á áskoðaraplássunum, og hesi vóru við at skapa ein góðan stemning til dystin.

Dysturin byrjaði rættiliga javnt, har bæði liðini skiftist um leiðsluna, og skuldi hetta vísa seg at vera ein ábending um, hvussu restina av dystinum fór at líða. Føroyska verjan stóð væl í fyrra hálvleiki, og Dianalund hevði ringt við at skapa stórar møguleikar. Í hinum endanum megnaði útliðið eisini at halda føroyingunum frá góðum kjansum, samstundis sum risastóri málmaðurin var ringur at skjóta framvið. ÍF Føroyar menninir royndu ofta at renna skjótt fram í álop tá teir fingu bóltin, og fingu teir nøkur mál á hendan hátt, men onkuntíð gekk kanska eitt sindur ov skjótt og bólturin varð tveittur vekk. Góðu verjurnar og kanska minni góða álopspælið gjørdi fyrra hálvleik heldur málfátækan, og tá fyrstu 30 minuttirnir vóru farnir, var javnleikur 10-10.

Í hálvleikinum varð viðgjørt hvussu álopsspælið skuldi betrast, og samrátt var um at tað var umráðandi at halda fram við góða verjuspælinum, og at royna at finna og útnytta veikleikarnar á mótstøðuliðnum betur.

2. hálvleikur byrjaði ikki so væl sum vónað fyri føroyingarnar, og eftir 8 minuttir var útiliðið á odda 12-14. Men eftir hetta byrjaði spælið hjá føroyingunum at rigga betur, Dianalund fingu fleiri útvísingar og heimaliðið fingu gagnnýtt yvirtalsstøðurnar væl og tá eitt gott korter var farið av seinna hálvleiki høvdu ÍF Føroyar fingið eina trivaliga leiðslu, 21-16. Men so steðgaði upp aftur hjá føroyingunum, útiliðið byrjaði at mansverja toppskjúttan Julian Olsen, og hetta órógvaði álopsspælið, sum gjørdist eitt sindur fjálturstungið. Samstundis byrjaðu føroyingarnir eisini at fáa útvísngar, og hetta hevði við sær at Dianalund át seg spakuliga inn aftur í dystin, og skjótt var støðan 21-20, og teir ferðandi áskoðararnir vóru á gosi og eggjaðu útliðnum frameftir. Tíbetur hildu føroyingarnir høvdið kalt tá á stóð, og hóast Dianalund høvdu fleiri álop har teir kundu javna, so megnaðu ÍF Føroyar menninir at halda fast og skora í álopinum aftur, og tá 3 minuttir vóru eftir var 23-20, og eitt mál aftrat til útiliðið var ikki nóg mikið, og endaliga støðan gjørdist 23-21 til ÍF Føroyar menninar, sum fegnaðust stórliga um týdningarmikla sigurin.

Sigurin lyftir fyrsta lið hjá ÍF Føroyum upp á 10 stig, javnt við trý onnur lið, og bert 2 stig frá ovasta liðnum FIF, tó at føroyingarnir hava spælt ein dyst fleir enn hini liðini. Frá 1. til 6. pláss eru bert 3 stig sum skilja liðini, og lagt er tí upp til eitt sera spennandi kappingarár framyvir, har alt kann henda.

Eftir dystin varð dagsins leikari kosin at vera kyndlamaðurin Eirikur Simonsen, ið leikti ein sera góðan dyst í verjuni, og skoraði eitt týdningarmikið mál móti endanum, sum mestsum avgjørdi dystin.

 

Næsti dystur er sunnudagin 28. november á útivølli móti HK Lammefjorden, ið hava leikt nógvar javnar dystir móti hinum toppliðunum í deildini, so tað verður aftur talan um ein spennandi dyst.

 

Málskjúttar:

Julian Olsen 7(4), Rasmus Müller 4, Jónsvein Dulavík 4, Rune Olsen 2, Bergur Ákason 2, Ólavur Av Fløtum Mittún 2, Torstein Balle 1, Eirikur Simonsen 1.