Eitt stig til menninar eftir gott comeback

Eftir ein heldur skuffandi javnleik á útivølli í Lammefjord, skuldi 1. manslið í eldin aftur. Hesuferð gekk leiðin til Slagelse. Venjari og ferðaleiðari henda dagin, Bartal, syrgdi fyri at mennirnir hjá honum møttu á Københavns Hovedbanegård leygarmorgun, har tokið bíðaði. Nýggju tilmælini hjá Mette, um aftur at bera munnverju var, sum væntað, heldur ringt hjá onkrum av yngru leikarunum at minnast. Lukkutíð vóru teir eldru klárir og høvdu nøkur eyka við sær. Niðast í greinini er ein lítil myndafrásøgn frá túrinum.

Í Slagelse vóru menn klárir at spæla í stóru Spar Nord Arena, sum rúmar heili 1500 sitandi gestum. Mótstøðumennirnir máttu sigast at vera klárara liðið frá byrjan henda dagin, tí eftir seks minuttir vísti støðutalvan 7-1 til heimaliðið. Hetta kom sum ein skelkur fyri føroyingarnar í bláum, men tað var onki annað at gera, enn at lata seg í arbeiðshandskarnar og koyra á. Hóast heimaliðið stóð væl í verjuni, so megnaðu føroyingarnir at koma til kjansir. Liðini fylgdust restina av fyrra hálvleiki, har Slagelse vóru á odda 18-14.

Í hálvleikinum vóru menn samdir um at verjan var fín, hóast hinir megnaðu at skora heili 18 mál. Vit høvdu fleiri ferðir fingið mál ígjøgnum, eftir at dómaraparið hevði armin uppi fyri nøl. Tosað varð eisini um, at vit máttu spæla við meiri ferð í álopinum, fyri at koma til størri kjansir. Bartal kom við síðsta boðskapinum um, at nú máttu menn vera klárir frá byrjan aftur.

Men soleiðis skuldi tað heldur ikki vera frá byrjan í seinna hálvleiki, tí eftir fáar minuttir gjørdist støðan 22-15 til heimaliðið. Nú tyktist tað at vera sera tórført at fáa ein sigur við heim aftur til Amager, men menninir vildu sjálvandi ikki geva skarvin yvir. Teir bláu megnaðu at standa betri í verjuni og í álopinum komu vit til nógvar kjansir, sum serliga Julian megnaði at útnytta. Vit hálaðu okkum spakuliga inná teir, og tá ein minuttur restaði í at spæla, var støðan 30-29 til heimaliðið. Vit áttu straffikast, sum Julian hegnisliga setti í netið. Heimaliðið útnyttaði ikki møguleikan at skora uppá sín síðsta kjans og endaliga støðan gjørdist 30-30. Eitt sera flott comeback av okkara monnum.

Dagsins leikari gjørdist, sum eisini sást á instagrambrúkaranum hjá ÍF Føroyum, Julian Olsen vid sínum 16 málum.

 

Hetta var síðsti dystur í 2021 hjá monnunum, og teir byrja nýggja árið í steypakappingini 6. Januar móti Hashøj IF.

 

Málskskjúttar:

Julian 16 (7), Eirikur 4, Rasmus 2 Ólavur 2, Rune 2, Torstein 2, Jóhan Petur 1, Bergur 1, Jónsvein 1

Aftaná tokið, tóku vit bussin til høllina
Glæsilig høll, har Slagelse 'Dream Team' hjá Anju Andersen spældu heimadystir fyrr í hesu øldini
Menn tóku umstøðurnar inn
Fokuseraðir menn gjørdu seg kláran til dyst
Ikki allir vóru líka væl upplagdir
Síðan var farið undir upphiting
Felagsmynd á Slagelse st. áðrenn heimferðina - hýrurin var góður