Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Hondboltur.dk

Kvinnurnar framvegis á odda

Síðsti dysturin hja kvinnunum áðrenn jól bleiv leiktur týsdagin 7. desembur, tá vit tóku ímóti Hvidovre IF 3 á heimavølli.

Vit vóru sjálvsagt sera spentar áðrenn dystin, tí vit høvdu møguleikan at fara ósigraðar í jólaferiu.

Dysturin varð brígslaður í gongd, og liðini fylgdist fyrstu løtuna.  Anna Brimnes vísti kynstur í álopinum og fekk fleiri mál, meðan vit í  hinum endanum høvdu vit trupulleikar í verjuni, og serliga fekk teirra vinstri bakkur ov nógv mál úti frá.  Miðskeiðis í fyrra hálvleiki øktu vit um leiðsluna við trimum málum, og tá velja Hvidovre at mansverja Onnu Brimnes, ið ger at okkara álopsspæl steðgar upp. Tær hála seg inn á okkum, og vit fara til hálvleiks við støðuni 16-15.

 

Í steðginum varð avgjørt at vit skuldu mansverja teirra skjútta, og hetta eydnaðist okkum væl. Vit fingu ferð á álopsspælið og vístu tí góðu breiddina, vit hava í hópinum, við at renna frá teimum.  Allan dystin vóru vit góðar at leita inn á strikuna, har Durita var klár at fanga nærum hvørjum bólti, ið varð blakaður inn til hana. Dysturin gjørdist ikki so spennandi sum fyrsti hálvleikur legði upp til. Vit endaðu við at vinna ein sannførandi 33-27 sigur og liggja sostatt framvegis á odda við fullum stigatali.

 

Kvinnurnar spæla aftur 9. Januar á útivølli móti KSI 3.