Góð byrjan uppá nýggja árið hjá kvinnunum

Týsdagin spældu kvinnurnar fyrsta dyst eftir jól. Vit spældu á heimavølli ímóti København Håndbold 2, ið liggja næst aftast í puljuni, so talan var um ein dyst, sum allarhelst skuldi vinnast. Vit hava havt eina heldur langa jólaferiu og náddu bara eina venjing áðrenn dystin, og afturat tí mátti Anna á Steig aftur taka ein dyst í málinum. Alt hetta gjørdi, at vit ikki heilt vistu hvussu formurin hjá okkum var. Vit komu tó fínt í gongd og drógu lutfalsliga skjótt frá hinum, tá vit runnu niðan við tempo og eisini fingu nøkur løtt kontramál. Hálvleiksstøðan gjørdist 17-8.

Í seinna hálvleiki bleiv spælið til tíðir eitt sindur rokaligt, men vit føldu eisini væl, at hitt liðið ikki hevði tað heilt stóra at bjóða. Vit skoraðu nøkur langskot útifrá, vengirnir skoraðu væl og eisini komu nakrar bjargingar í málinum. Vit vunnu dystin 32-21 og eru vit tí enn ósigraðar.

Næsti dystir er týsdagin 25.januar, tá vit á heimavølli møta KFUM 2.