Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Stórsigur til menninar móti botnliði

Stórsigur til menninar móti botnliði

Leygardagin 22. januar var dystur í sundbyøsterhøllini á Amager millum fyrsta lið hjá ÍF Føroyar monnunum og Tommerup HK. Mótstøðuliðið sum kom allan vegin úr Fjón, lá á einum deildum aftasta plássi áðrenn dystin við 5 stigum móti teimum 14 hjá føroyingunum, og  høvdu føroyingarnir eisini vunnið tann fyrra dystin á útivølli móti fjónbúgvunum. Fyri føroysku menninar var ein sigur eitt krav, um teir enn skuldu vera við í oddinum í 3. división, og harvið halda lív í vónini um uppflyting.

Eftir eitt sera skuffandi tap í steypadysti fyrst í árinum móti veikari mótstøðu, høvdu føroyingarnir tikið seg saman aftur, og vunnu seinasta vikuskifti greiðan sigur á heimavølli, og tað tiltikna “januar blues” í ÍF Føroyum var yvirstaðið á hesum sinni.

Hópurin til dagsins dyst var stórt sæð hin sami sum farna dyst, og hóast nakrir leikarar manglaðu, var hópurin fullsettur við 12 monnum, harumframt 3 strikur og kanska ein eitt sindur tunn bakketa við bert trimum veruligum bakspælarum, tó at Tummas Pauli Hanusarson var við aftur eftir skaðasteðg, og hjálpti tað uppá støðuna. Venjarin Bartal Klein Olsen var farin heim til Føroyar í arbeiðsørindum og hevði tí latið ábyrgdina av tí taktiska til nakrar av royndu monnunum í hópinum, Eirik Simonsen og Torstein Balle, sum áður høvdu staðið á odda fyrr tá Bartal manglaði, og hevði tað eydnast væl tá.

Dysturin varð bríkslaður í gongd, og eftir nakrar javnar minuttir við málum til bæði liðini byrjaðu føroyingarnir at draga frá, og skuldi tað ongantíð eftir hetta vera ivi um, hvør skuldi vinna hendan dystin. Útiliðið fekk nógvar útvísingar og varð tað ofta útnyttað til fulnar av ÍF Føroyar monnunum sum spældu seg til stórar málkjansir mestsum hvørja ferð. Verjan stóð sera væl fyrstu 20 minuttirnar, og komu mótstøðumenninir ikki til nógvar kjansir, og bleiv tað ofta til langskot sum Hørður Trygvason í málinum oftast bjargaði væl. Góða verjan bar eisini nøkur kontramál við sær, har Julian Olsen og Rasmus Müller vóru kvikir at renna fram og skjóta mál. Frálíka føroyska spælið hevði við sær eina trivaliga 18-9 leiðslu til ÍF Føroyar tá liðini fóru til hálvleiks.

Í hálvleikinum varð prátað um, at spælið var gott og at tað í roynd og veru bert snúði seg um at halda fram sum í fyrra hálvleiki, og at koma væl frá byrjan og royna at drepa dystin so skjótt sum til bar.

Hetta eydnaðist eisini væl, føroyingarnir løgdu seg skjótt enn longri framum, við nógvum av tí sama spælinum sum riggaði í fyrra hálvleiki. Serliga eydnaðist tað væl at finna strikuna í alopspælinum, og vóru Rune Olsen og Niels Jákup Egholm sera tryggir tá teir fingu møguleikan og settu bóltin í málið. Tað sum eftir var av dystinum var ikki so nógv at skriva heim um, autopiloturin varð koyrdur frá og úrslitið bleiv koyrt heim í góðum stíli, og endaliga støðan gjørdist 35-19 til heimaliðið, sum vunnu 2 umráðandi stig aftrat til kontuna.

Góður hýrur var aftaná dystin, og allir vóru samdir um, at hetta var ein góður, og faktiskt nokkso lættur sigur tá tað kom til stykkis. At liðið spældi ein javnt góðan dyst har allir leikarar avrikaðu væl sást eisini aftur tá atkvøtt varð um dagsins leikara, har heili 8 menn fingu minst eina atkvøðu. Dagsins leikari varð tó kosin at vera Julian Olsen við 4 atkvøðum, og fekk hann eisini flest mál við 10 kassum.

 

Næsti dystur er komandi sunnudag, 30. januar á útivølli móti Tune IF, sum áður hava argað føroyingarnar, og sum hava fingið fleiri góð úrslit í seinastuni, so lagt er upp til ein spennandi dyst.

 

Málskjúttar:

Julian Olsen 10 (3), Rune olsen 8, Rasmus Müller 5, Niels Jákup Egholm 4, Bergur Ákason 3, Torstein Balle 3, Ólavur av Fløtum Mittún 1, Eirikur Simonsen 1.