Enn ein javnleik á útivølli

Mennirnir hjá ÍF Føroyum vóru í Tune í vikuskiftinum, har teir skuldu spæla móti botnliðnum í deildini. Stigatalvan lýgur tó, tí Tune eru blivnir fullmannaðir í nýggja árinum og hava vunnið øll teirra stig í nýggja árinum móti liðum hægri á stigatalvuni.

Føroyingarnir byrjaðu væl, við Julian Olsen á odda í álopinum. Hann var tíverri hálvskaddur í dag, og mátti av vøllinum tíðliga í fyrra hálvleiki. Álopsspælið fór væl niður í ferð, uttan greiða toppskjúttan í ár. Liðini skiftust um leiðsluna allan fyrra hálvleik, men endin var so sum so, tí hálvleiksstøðan var 13-10 til heimaliðið.

Allir vóru samdir um at tað skuldi strammast upp bæði í verjuni og í álopinum. Tað gekk tó illa at koma heilt inn aftur í dystin, vit komu upp á javnt onkuntíð, men so skrædnaði aftur. Álopið gekk betur í seinna hálvleiki við dagsins leikara, Rune Olsen, á odda. Málskjúttar vóru ikki noteraðir, men hann mundi gerast toppskjútti saman við Rasmus Müller við nógvum góðum málum. Hæddarpunktið í dystinum var uttan iva tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika, og Rune endaði, eftir duel við tríggjar mótstøðuleikarar, í føðistilling við krampa í báðum beinunum samstundis. Hetta hóast hann ferð eftir ferð bønaði og bað afturvenda venjaran, Bartal Klein Olsen um ein steðg – men Bartal lætst ikki um vón. Harvið mistu vit enn ein týðandi leikara til síðsta part av dystinum. Meðan Bartal hevur verið burturstaddur hevur Eirikur Simonsen staðið fyri útskiftingunum – hesum er hann bara sloppin væl frá. Men tað var einki lag undir dystinum, nú leiðslan ikki longur var í hansara hondum. Tað skuldi ganga trý korter áðrenn hann slepti frustratiónunum og byrjaði at hugsavna seg um sítt egna spæl. Hesa løtuna var hann sera avgerandi og skeyt 3-4 mál sum gjørdu at vit komu inn aftur í dystin. Men enn eina ferð steðgaði góða gongdin, og tá 1-2 minuttir vóru eftir vóru vit aftanfyri við tveimum málum, við einum manni í undirtali og alt sá vónleyst út. Tíbetur dummaði mótstøðuliðið seg, og fekk tvær útvísingar til síðst. Hetta varð væl gagnýtt, og við 10 sekundum eftir javnaði Jónsvein Dulavík við einum skjótálopið. Men men men – aftur gekk tað galið, og í síðsta sekundi valdi ein annars væl leikandi Rasmus Müller at kanta teirra høgra vong, sum vendi ryggin móti málinum. Straffið, og tíðin var farin. Tíbetur hava vit ein góðan aftasta skansa í Hørði Trygvason, sum bjargaði straffinum og ÍF Føroyum eitt stig við heim. Vit eru enn við í oddastríðnum, og dríva á aftur næsta dyst.

Næsti dystur verður komandi leygardag 5. februar móti Nykøbing, sum drógu longra stráðið í fyrra dystinum í Falster, men eru dragnaðir nakað á stigatalvuni síðan, so ein sigur er vónin fyri føroyingarnar hesa ferð.