Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 2 hart vunnin stig til menninar

2 hart vunnin stig til menninar

Síðsta leygardag spældi 1.liðið hjá monnunum á heimvølli ímóti Nykøbing F. Håndbold. Fyrra dystin ímóti Nykøbing F. taptu vit við 4 málum, so vit vistu, at hetta fór at verða ein torførur dystur.

Toppskjúttin, Julian Olsen, var ikki við vegna skaða.

 

Bæði liðini komu væl frá byrjan og fylgdust so at siga allan fyrsta hálvleik. Serliga var tað verjan, ið stóð væl, og tað gav okkum møguleikan at skora nøkur nemm mál uppá kontra. Okkara álop kom fram til nógvar góðar kjansir. Vit brendu tó heldur illa, og av tí sama høvdu vit aldrin ordiliga leiðsluna fyrra hálvleik.

Hálvleikstøðan var 12-13 til Nykøbing F.

 

Í seinna hálvleiki kom álopspælið veruliga fyri seg. Serliga vóru tað Rune Olsen á strikuni og Rasmus Müller á vinstra vongi, sum skoraðu fleiri mál eftir góðum fríspælingum frá bakketuni. Tá ið 5 min vóru spældir av seinna hálvleiki, var støðan 16-13 til okkum. Restina av dystinum høvdu vit leiðsluna allan vegin, men bert við 1- 2 málum. Nykøbing bleiv við at hanga í, men tá 3 min vóru eftir, sendi Tummas Pauli Hanusarson eina perlu av einum langskoti avstað og gav okkum eina 4 málsleiðslu, ið helt allan vegin til dystarenda.  

Endaliga úrslitið gjørdist 28-24 til ÍF Føroyar, og er ÍF Føroyar sostatt framvegis við í oddastríðnum í 3. division pulje 5.

 

Dagsins leikari: Rasmus Müller

 

Næsti dystur er hóskvøldið 10. februar á útivølli móti Furesø 2.

 

Málskjúttar:

Rasmus Müller 7, Rune Olsen 5, Ólavur Av Fløtum Mittún 4, Eirikur Simonsen 4, Tummas Pauli Hanusarson 3, Jóhan Petur Hentze 2, Bergur Ákason 1, Jónsvein Dulavík Joensen 1, Torstein Balle 1.