Greiður sigur til kvinnurnar

Kvinnurnar spældu sunnudagin dyst á útivølli móti VHC/Vidar.

Vit byrja sera væl í verjuni og tær hava stórar trupulleikar at koma til kjansir. Beinta stóð sum ein brandur í málinum, og tað tók teimum fleiri minuttir at fáa hol á. Í hinum endanum vóru vit kanska heldur spentar og av tí sama gjørdu vit for nógvar tekniskar villur fyrstu 10 minuttirnar. Vit stóðu leingi í verjuni og vóru í so spentar at fara í álop, so tað endar við at vit velja hálvar kjansir, sum vit ikki skora uppá, og tí var munurin ikki so stórur at byrja við. Vit hanga eitt sindur í 5. geari og finna ikki røttu ferðina og flowið. Vit justera eitt sindur og koma til fleiri fínar kjansir, og tí eru vit eisini greitt á odda í hálvleikinum.

Vit byrja aftur seinna hálvleik heldur striltið, men so kom glið á. Beinta stóð ein góðan dyst í málinum og tók øll straffini, sum vóru dømd ímóti okkum. Allar spældu nógv í dystinum og dómaraseðilin vísir eisini at tað eru nógvar sum fingu mál. Ein greiður sigur, sum endaði 29-14 til okkum og vit taka 2 stig við okkum útaftur á Amager.